Hvítusunnustevna í Emmaus

Í døgunum frá 2. til 4. juni skipar Kirkjuliga Missiónsfelagið fyri hvítusunnustevnu í Emmaus í Klaksvík undir heitinum “Hann skal dýrmeta meg”. Høvuðstalari er norðmaðurin Oddvar Dahl.

Umframt møtir fríggjadag klokkan 20.00, hvítusunnuaftan klokkan 19.30 og hvítusunnudag klokkan 18.00, verða eisini bíbliutímar seinnapartin leygardagin við Oddvar Dahl og Silas Olofson.