Hvør er halgimenni?

”Hann eigur at vaksa, men eg at minka.” Jóh 3,30

”Halgimenni er ein og hvør, sum við lívi sínum prógvar, at Gud er til!” segði svenski biskupurin Nathan Søderblom.

Hesi vísdómsorð runnu mær í huga, tá ið móðir Theresa doyði.

Lív hennara var ein samanhangandi vitnisburður um, at Gud er kærleiki, og at honum tørvar lýdnar og eyðmjúkar tænarar fyri at sýna heiminum henda sannleika.

Loysunarorð hennara var: Í lívi og verki at sýna Guds kærleika við at hava umsorgan fyri sjúkum, líðandi og doyggjandi.

Hvat heimsins ríkisleiðarar og onnur hildu um hana og arbeiði hennara, ávirkaði hana ikki nógv. Hon fylgdi trúgv tí kalli, Gud hevði givið henni, eisini tá tað gekk ímóti ávísum politiskum skipanum.

Jóhannes doyparin segði: ”Jesus eigur at vaksa, men eg at minka!”

At minka í egnum eygum er ikki at týna, lítisvirða ella vanvirða sjálvan seg. Tað er bæði skeivt og ókristiligt.

Tú minkar á rættan hátt í egnum eygum, tá ið tú sært títt syndafulla lív í ljósinum av Guds lóg og vilja. Tú stendur ikki mál og mást tiga. Tú dumpar. Tú ert skitin og dálkaður av synd.

Tá er samstundis neyðugt, at tú sært Guds kærleika og frelsu, Jesus Kristus.

Enn minni og óverdugari kennir tú teg, tá ið Jesus sigur:

”Eg elski teg. Eg elskaði teg heilt til deyða á krossi. Mítt blóð fjalir syndir tínar!”

Tá vil Guds kærleiki til tín føða Guds kærleika í tær. Tá kemur tú at elska Gud, Jesus, tíni medmenniskju, ja, eisini tínar fíggindar. Tá verður tú ljós og salt í heiminum.

”Børn míni, latum okkum ikki elska við orði og ikki elska við tungu, men í verki og sannleika”,

1 Jóh 3,18.

Mínar føtur lær at renna

ørindini fyri teg,

so at verðin kann tað kenna,

at tú, Jesus, leiðir meg!

Tak meg heilt – tú skalt meg eiga –

tak meg, sum eg standi her,

burt frá syndakendum leiðum,

heim, har faðirhúsið er!

Ms. 638

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina