Hvør er sanna eg”?”

Trúboðin

Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað.

Sanna eg og “falska eg” verður ofta brúkt um atburð. Hvar sanna eg umboðar tað, sum eg havi mestan hug at gera. Kanska geri eg tað kortini ikki, tí at umstøður ella uppaling forða mær. Falska eg umboðar tað, sum eg kenni meg noyddan at gera, hóast eg í grundini ikki havi hug til tað.

Tá ein, sum vanliga bara ger góðgerðir, ger okkurt ónt, so kunnu vit finna uppá at siga: “har vísti hann sítt sanna eg”. Tað kann eisini venda hin vegin. Um vit verða jaliga ovfarin av einum persóni, kunnu vit eisini siga: “har vísir hann sítt sanna eg”.

Kristiliga sæð er ein ávísur samanhangur ímillum sanna eg og bardagan millum tað góða og tað ónda. Í hesum sambandi kunnu vit spyrja, hvør er sanna eg hjá Paulusi, tá hann segði: “hitt góða, sum eg vil, geri eg ikki; men hitt illa sum eg ikki vil, tað geri eg” (Róm 7,19)? 

Bardagin millum tað góða og tað ónda er ikki nakað, sum er avmarkað til religiøs fólk. Hóast fólk kunnu hava sera ymiskar fatanir av, hvaðan moralurin kemur, so kenna øll fólk til ein innara bardaga millum gott og ónt.

Øll menniskju hava eina samvitsku. Bíbilska frágreiðingin er, at Gud hevur lagt lógina í hjørtuni (Róm 2,15). Samstundis eru øll fødd við hugi til at bróta lógina. Á ein hátt kunnu vit siga, at vit hava bæði eina góða og eina ónda náttúru. Hvør av teimum er sanna eg?

Um vit bara gera alt tað, sum vit fáa hug til, so kann tað henda, at vit gera onkra góðgerð, men vit vilja eisini gera nógv ónt. Serliga tá vit vilja hava nakað, sum onkur annar eigur.

Verðsliga sæð kann innari bardagin millum tað góða og tað ónda gerast sera vónleysur. Tí vit vilja fegin gera gott, men vilja eisini verða trúgv ímóti okkara sanna eg. Tað er jú umráðandi at finna seg sjálvan.

Jesus hevur eitt tilboð, sum ger, at bardagin ikki verður so vónleysur. Hugtakið sanna eg kann fáa ein nýggjan týdning. Jesus bjóðar okkum at verða fødd av nýggjum (Jóh 3,3).

“Tað er ikki longur eg, sum livi, men Kristus livir í mær” (Gal 2,20).

Bardagin millum gott og ilt verður ikki lættari. Kanska síggja onnur ikki nakran mun. Men bardagin gevur meira meining. 

Sálomon segði: “Leið teirra rættvísu er eins og morgunglæman, ið ljósnar og ljósnar, til tað er alljósur dagur. Vegir teirra gudleysu eru eins og niðamyrkur, teir vita ikki, hvat teir snáva um” (Orðt 4,18f).

Christian Joensen, Saltangará