Hvør kennir best teg?

“Men á tykkum eru enntá øll hárini á høvdi tykkara tøld” (Matt 10,30).

Einaferð hoyrdi eg eina mammu spyrja lítlu dóttur sína:

– Hvør kennir best teg?

Svarið hon ynskti var sjálvandi: Mamma! Tað svarið fekk hon eisini.

Hóast foreldur kenna børn síni væl, og hóast vit sum vaksin meina, at vit kenna best okkum sjálv, so er tað kortini ein, sum kennir okkum betur enn foreldrini, betur enn hjúnafelagin og vinirnir, ja, sum kennir okkum betur, enn vit kenna okkum sjálv. Tað er Jesus.

Jesus veit ikki einans, hvussu gamal tú ert, hvar tú býrt, hvat arbeiði tú hevur, og hvussu støða tín annars er. Hann kennir teg so væl, at hann veit, hvussu mong hár tú hevur á høvdinum. Tað veit hvørki tú ella tín hárskeri.

”Men á tykkum eru enntá øll hárini á høvdi tykkara tøld”, segði Jesus við lærusveinar sínar og áminti teir um ikki at stúra ella óttast.

LES EISINI  Augsburgska trúarjáttanin XI: Umvending

Hesin vælsignaði veruleiki hevur stimbrað og uggað Jesu lærusveinar gjøgnum allar tíðir. Hvat enn møtir Jesu lærusveinum, veit hann um tað.

Um teir ikki skilja alt, teimum møtir, Jesus skilir tað.

Um teir kenna seg lítlar og kraftarleysar, kenna teir Jesus, sum hevur alt vald á himli og á jørð.

Um teir eru syndafullir og stúrnir, fyrigevur Jesus syndirnar og veitir ugga og styrk.

Jesus er ein vælsignaður frelsari. Hann kennir tíni barnaár, ungdóms-, manndóms- og ellisár.

Hvønn dag er hann upptikin av at leiða, styrkja og ugga teg.

Hvønn dag ynskir hann at fyrigeva tær syndirnar.

Hvønn dag vil hann tosa við teg ígjøgnum Bíbliuna.

Hvønn dag lurtar hann spentur eftir tíni bøn.

Hóast alt hetta, so eru tað mong, sum ikki vilja fylgja honum, men ganga sínar egnu leiðir til stóra sorg fyri hann. Teimum fær hann ikki hjálpt.

Tú ert væl ikki ein av teimum?

Jesu lærusveinar tørva hann hvønn dag.

LES EISINI  Friðarverji ella friðarskapari

Hvønn dag takka og gleðast teir um umsorgan hansara.

Tí syngja teir við gleði saman við Linu Sandell:

Hann øll hár á høvdi telur,
hann hvørt tár úr eyga fjelur,
okkum føðir, okkum klæðir
gleðir, um so sorgin bagir.
(MS 51)

 

Úr andaktsbókini “Dýrur longsul”, Heimamissiónsforlagið 2006

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina