Hvør menniskjafatan vinnur?

Hvør menniskjafatan verður við yvirlutan í samkomunum?
Í kirkjunum er spurningurin um samkyndar relatiónir í brennideplinum. Men LGBT snýr seg um nógv annað. Í veruleikanum er hetta ein nýggj mannfrøði – ein nýggj menniskjafatan, ið verður leidd inn, men sum sjáldan verður greinað og grundgivin.

Fyri stuttum var tiltakið Pride hildið í Washington DC. Samrøða verður gjørd við tvær ungar gentur, ið tóku lut, og uppá spurningin um, nær tær vistu, at tær vóru samkyndar, svarar onnur teirra(og nú er um at hava tunguna mitt í munninum í øllum seksuellu heitunum):

Samrøða við unga gentu. ”Eg haldi, eg var um 10 ára aldur, tá eg byrjaði at umhugsa, um eg var ”tví”, og síðani tá hevur tað verið eins og ein glíðibreyt, tí eg støðugt spurdi meg sjálva, um eg var tví, omni, lesbisk ella pan. So við og við havi eg sæð, at eg eri ein djeikari. Tað byrjaði, tá eg var á leið 10 ár. Eg var ikki liðugt myndað frá byrjan av, men eg fann út av, ”hey, tað er ein møguleiki”. Eg eri kynsdjeikari, transmask og djeikari.”

Hvat er ’transmask’ spyr spyrjarin og fær svarið ”Transkmask eru menniskju, ið eru undir teirri ikki-bineru regnverjuni(paraplyini) sum identifisera seg sum ella vísa seg fram sum maskulin.”

Í kirkjunum er spurningurin um samkynd sambond í brennideplinum. Men tað snýr seg um so nógv meira enn hetta. Tað snýr seg um allar kombinatiónirnar av stavum: LGBTQ, ella sum tað ofta verðu rópt: LGBTQ+, har + merkir enn fleiri frábrigdi. Í roynd og veru er hetta ein heilt nýggj mannfrøði – ein nýggj menniskjafatan, ið verður tikin fram, men sum sjáldan verður greinað nærri ella grundgivin.

Spurningurin hevur nógvar síðir. Ein ítøkilig síða er, hvussu barna- og ungdómsarbeiði kirkjunnar fer at verða formað við støði í hesi nýggju hugmyndafrøðini í framtíðini, sum longu nú er í gildi í Svenska Kyrkan, og sum nú verður kjakað í EFK(Evangeliska Frikyrkjan). Vanliga hevur upprunastøðið verið, at Gud hevur skapað okkum í síni mynd, sum mann og kvinnu. Skal sunnudagsskúlin nú við støði í óendaliga nógvum møguleikum hjálpa børnunum til at kanna og umhugsa, hvørji menniskju júst tey nú eru, tá tað kemur til kynssamleika og seksualitet?

Malmø hevur í næstum sítt Pride. Í Kyrkans Tidning taka tveir prestar upp spurningin um polyamori, tað vil siga ”at kunna kenna romantiskan kærleika til meira enn ein persón í senn”. Við støði í próvgrundini, at Gud er kærleiki, ynskja tey at víðka perspektivið frá tveysemi til fleirsemi, at bjóða stýrandi reglum av og lurta eftir, hvat menniskju persónligt halda, at trúskapur merkir. Byrjanarstøðið er, at Gud hevur skapað okkum til eitt ríkt margfeldi í brakandi ælabogalitum.
Spurningurin um syndafallið og tess avleiðingar, og hvat synd er er sjónskt í síni fráveru.

Vit standa yvir fyri eini nýggjari skapannargudfrøði, eitt nýtt sýn upp á hjúnaband, kærleika og trúskap – og hvat tað vil siga at vera eitt menniskja.

Stefan Gustavsson er gudfrøðingur og heimskendur fyri sítt apologetiska virki. Hann hevur skrivað eina røð av bókum. Stefan er leiðari í svenska Apologia

Tit vóru mong, sum ávaraðu ímóti hesum fyri meira enn 10 árum síðan, tá spurningurin um samkynt hjúnalag av álvara kyknaði upp á fyrsta sinni. Ein av okkara próvgrundum tá var, at um so er, at hjúnabandið verður definerað umaftur á kynssíðuni, so opnar tað eisini upp fyri øðrum síðum, eitt nú hvussu nógv eru í hjúnalagnum.

Tað er her, vit nú eru.

Próvgrundin hjá LGBT-umhvørvinum var ofta, at hetta ikki fer at ávirka hini: ”Tit kunnu gifta tykkum við øðrum av hinum kyninum, júst sum tit áður hava gjørt, hetta fær ongan týdning hjá tykkum og ongin munur verður. Tað einasta, ið hendir, er, at vit eisini fáa atgongd til hjúnabandið”. Í dag síggja vit, at hetta ikki er satt. Alt hetta førdi við sær eitt nýtt og øðrvísi sýn upp á menniskja, likamið og seksualitetin, ið ávirkar øll í komandi ættarliðum.

Fyri mong kristin er tað pínufult at taka støðu til hesar spurningar – og spurningarnir eru skilligt pínufullir fyri tey, ið kenna seg sum LGBT-persónar. Tí leita vit eftir neyðsemjum, har kirkjan opnar upp fyri tveimum ymiskum sjónum, og so verður vónað, at tað er loysnin. Men hetta er ein bláoygdur hugsunarháttur.

Yvirfyri hvørjari aðrari standa tvær grundleggjandi ósambæriligar áskoðanir og við framtíðini í huga fer onnur av hesum at taka við í samkomunum. Hvør tað verður, er treytað av, hvørja støðu vit taka nú.

Hesin bloggur varð nýttur sum leiðari í svenska dagblaðnum Världen idag 17. juni 2022 
Stefan Gustavsson er gudfrøðingur og heimskendur fyri sítt apologetiska virki. Hann hevur skrivað eina røð av bókum, og fleiri av hesum eru umsettar til danskt, eitt nú ’Skeptikerens guide til Jesus’. Stefan er leiðari í svenska Apologia – center for kristen apologetik.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina