Hvørji orð nýta vit…?
Familjuviðgeri: “Vit mugu vara okkum ímóti ósunnunari skomm í okkara relatiónum”
Norski presturin og familjuviðgerin, Gunnar Fagerli hevur undirvíst um relatiónir og teirra týdning
Á einum seminari á Diakonháskúlanum í Århus kemur Gunnar Fagerli inn á, at vit hava ment okkum fra eini “Skuld-mentan” til eina “Skomm-mentan”, men sigur hann, tað hevur týdning at skyna ímillum ta sunnu skommina og ta náðisleysu skommina.
Gunanr Fagerli peikaði á, at kristnir felagsskapir kunnu geva gróðralíkindi fyri skomm, til dømis við at taka fram tað perfekta og soleiðis dyrka eina sjúka perfektiónsmentan. Tí hevur tað týdning at fáa vitan um, hvussu vit kunnu vera við til at venda hesari mentan, so menniskju ikki skulu vera noydd til at goyma økir í teirra lívi, ið ikki hóska inn í fullkomna karmin.
Mótgiftin fyri náðileysu skommina er millum annað, at vit síggja hvønn annan og halda á við at síggja hvønn annan og hava dirvi til at verða verandi í relatiónini, eisini í møtinum við tað, vi hvør sær uppliva at vera ein skomm, legði Fagerli dent á.
Udfordringen: Bodil Lanting