Hvussu mong menniskju sært tú her?

Trúboðin

Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað.

Plakatin til høgru var partur av átaki hjá danska felagsskapinum “Retten til Liv” í sambandi við valstríðið til danska Fólkatingið fyri stuttum. Myndin er av fýra… ja, fýra hvørjum? Einum fostri í 10. viku, einum nýføðingi, einum ungum manni og eini tilkomnari kvinnu. Á tann hátt vildi Retten til Liv seta sjóneykuna á óendaliga og ósvitaliga virðið, sum eitt og hvørt menniskja hevur.

Hvussu mong menniskju eru á myndini? Ja, tað veldst um eyguni, sum síggja! Mong síggja bara trý menniskju, tí tað ófødda barnið er ikki eitt menniskja enn. Uttan tó at kunna svara greitt, júst nær tað so gerst eitt menniskja. Summi síggja kanska heldur ikki absolutta menniskjavirðið hjá tí elsta, tí tað er treytað av, at tann gamla kvinnan ikki er ólekjandi sjúk og enn upplivir lív sítt meiningsfylt. Um ikki, eigur samfelagið at loyva tí virkna hjálp at doyggja. Nú eru bara tvey eftir…

Eftir mínum tykki komast hesi svar av, at menningarlæran í fleiri ættarlið hevur lært okkum, at vit “menniskju” í grundini bara eru “væl mentar apur”, og at alt og øll í grundini eru vorðin til av tilvild. Tað býr eingin skapandi vilji aftanfyri, at eg og tú eru til. Vit kundu eins væl ikki verið til. Tá er ikki eins lætt at halda fast við menniskjans óendaliga virði.

Júst spurningin um menniskjans óendaliga virði noyðast vit alsamt meira at hava eina hugsan um í Føroyum. Tí ágangurin móti tí gerst alsamt harðari og ger um seg á alt fleiri hermótum, ofta í navninum hjá frælsinum.

Hetta eru eisini virði, vit mugu hava eina støðu til, tá valstríðið til næsta løgtingsval verður skotið í gongd um ikki so langa tíð – uttan mun til hvønn flokk, vit hvør sær velja. Tí politiskar avgerðir byggja á virðini hjá teimum persónum, ið taka avgerðirnar.

Klassiskur kristindómur setur vernd um óendaliga virðið hjá einum og hvørjum menniskja. Júst tí menniskjað ikki er úrslit av tilvildarligari menning, men av Guds skapandi vilja. Tað er Gud, sum hevur skapað menniskjað í síni egnu mynd, og á tann hátt givið einum og hvørjum menniskja óendaligt virði – og øllum sama virði. Hetta uttan mun til kyn, aldur, húðarlit, útbúgving, fíggjarligar førleikar, heilsu, framleiðslu- ella nyttuvirði fyri samfelagið, átrúnað ella nakað annað. (Sí Samleikaskjalið hjá Kirkjuligu Heimamissiónini, 3.2.b. og 3.4.a.) Kristna menniskjafatanin rúmar ikki, at umstøðurnar so ella so niðurskriva tað óendaliga virðið. Hetta eru mest grundleggjandi mannarættindi í heiminum!

Øssur Kjølbro