Sami boðskapur í eini “visuellari” tíð – ráðstevna fyri sunnudagsskúlalærarar og juniorleiðarar 28. september
Fyri allar sunnudagsskúlalærarar og juniorleiðarar hjá SIMBA verður ein spennandi ráðstevna í høllini í Leguhúsinum í Nesvík um góðar tríggjar vikur. Heitið á stevnuni er ”Sami boðskapur í eini visuellari tíð”, og høvuðsundirvísari er Torben Østermark úr Danmark.
Seinastu árini hevur SIMBA, ið er barna- og juniorarbeiðið hjá Kirkjuligu Heimamissiónini, skipa fyri slíkari ráðstevnu annaðhvørt ár. Erla Mortensen, samskipari, skipar fyri ráðstevnuni.
Tvinni endamál
– Endamálið er í tveimum. Tað fyrra er at bjóða teimum, ið standa fyri sunnudagsskúlum og juniorarbeiðum um landið, leiðaramenning. Vit vilja bjóða teimum ein dag, har leiðarin sleppur at taka ímóti og verða áfyltur. Tí tað er krevjandi at vera leiðari í dag!
Børnini lurta ikki longur bara við oyrunum, men eisini við eygunum!
Tí vilja vit eisini geva leiðarum íblástur til ta visuellu síðuna av at bera ein boðskap fram, sum fangar børnini, sigur Erla.
Til hetta kemur ein góður undirvísari úr Danmark, Torben Østermark, ið er leiðari og evangelistur fyri Friluftsmissionen. Hann hevur drúgvar royndir við at bera kristna boðskapin fram á gøtum og torgum fyri fólki, ið einki kenna til kristna boðskapin, og har tað hevur stóran týdning, at munnligi parturin verður stuðlaður av nøkrum áhugaverdum fyri eyguni. Torben kennir væl føroysk viðurskifti, tí hann hevur vitjað fleiri ferðir fyrr og kennir eisini nógvar føroyingar, bæði í Danmark og Føroyum.
– Men endamálið er eisini at savna sunnudagsskúlalærarar og juniorleiðarar. Tí rørsla okkara er stór, og vit eru spjødd um alt landið.
Tí haldi eg tað hava sera stóran týdning, at allir leiðarar fáa høvi at koma saman fyri at kunna sparra um ymiskt, sum rørir seg.
Eisini tí tey ymisku arbeiðini ikki øll hava tær somu avbjóðingarnar. Nógv eru væl mannað, men nógv arbeiðir eru fáment, og tann einstaki stendur nokk so einsamallur við nógvari ábyrgd. Tá eg komi út at vitja arbeiðini um landið, upplivi eg, at tey eru so ótrúliga glað fyri at sparra við onnur og fáa kensluna av, at tað er gott at vera partur av einum stórum sterkum landsarbeiði, sigur Erla.
Tveir fyrilestrar og fimm verkstovur
Fyriskipararnir vilja forkela leiðaran við eini góðari skrá fyri dagin, góðari undirvísing og góðum mati. Eftir ein góðan morgunmat klokkan 9.30 verður ráðstevnan sett stundisliga klokkan 10, og síðani hevur Torben Østermark tveir fyrilestrar. Tann fyrri snýr seg um myndatalu í Bíbliuni og hvat vit kunnu læra av tí. Hvussu kunnu vit dagføra okkara boðan, uttan at taka nakað frá góða gamla boðskapinum og bíbliusøgunum? Tann seinni eitur ”Sami boðskapur í eini visuellari tíð”. Hvussu siga vit tað sama, tá nútíðarmenniskju ”lurta” við eygunum? Megna vit at bera ein boðskap við orðum, tá nærum øll børn nú brúka skíggjar?
Seinnapartin kunnu luttakararnir velja millum fýra spennandi verkstovur. Torben Østermark hevur tvær teirra. Tann fyrra snýr seg um alskyns visuell hjálparamboð, so sum “talu-máli-talvu”, gykling, ballónir og so framvegis. Tann seinni snýr seg um, hvussu nógvan boðskap ein kann fáa burturúr einum einstøkum pappírsarki.
Men onnur kveikjandi fólk sleppa eisini framat. Kristian Martin Petersen hevur eina verkstovu, ið hann nevnir “Gerandisdagurin í sunnudagsskúlanum” – um at fanga lurtaran við góðu søguni og eins og Jesus møta børnunum í eygnahædd. Fjórði valmøguleikin er eisini ein sera viðkomandi verkstova við Annelisu Rasmussen, ið snýr seg um leiðslu í sunnudagsskúlaarbeiðnum. Hvussu fær leiðarin fólk við sær? Hvussu fáa tær ymsu styrkirnar í spæl, hvussu skapa ognarskap fyri arbeiðnum og hvussu loysa trupulleikar konstruktivt?
Áðrenn ráðstevnan endar klokkan 16.30, verður ein felags sangverkstova fyri øll, har luttakararnir syngja bæði kendar og minni kendar sunnudagsskúla- og juniorsangir saman.
Tað praktiska
Ráðstevnan er sum nevnt fyri SIMBA-sunnudagsskúlalærarar og juniorleiðarar, og hon verður leygardagin 28. september í nýggju høllini í Leguhúsinum í Nesvík frá klokkan 9.30 á morgni. Ráðstevnan er ókeypis, men neyðugt er at tekna seg á mission.fo/tilmelding í seinasta lagi mánadagin 23. september.