Hvussu verður eitt menniskja føtt av nýggjum?

Vit hava skrivað eitt sindur um at verða føddur av nýggjum. Byrjanarstøðið var samrøðan millum Jesus og Nikodemus í Jóhannesi 3,1-21. Nikodemus hevði trupult við at skilja tað, sum Jesus her tosaði um, og spurdi: – Hvussu kann hetta bera til? (9. vers) Nikodemus er ikki tann einasti, sum hevur sett ein tílíkan spurning.

Mong hava spurt, hvussu eitt menniskja í veruleikanum verður føtt av nýggjum? Svarið upp á spurningin liggur í tí, sum Jesus sjálvur segði í hesari samrøðuni: “Eingin kann koma inn í Guds ríki, uttan hann verður føddur av vatni og anda.” (5. vers).

Hvat merkir hetta? Vatn er í Gamla testamenti ein tann vakrasta ímyndin av Guds orði. Profeturin Jesaja sigur: “Tí at eins og regn og kavi falla av himni og ikki fara aftur hagar, fyrr enn jørðin er vætað og vorðin gróðursom og hevur latið tað spretta og givið sáð til at sáa og breyð til at eta, soleiðis skal orð mítt, ið fer av mínum munni, ikki venda aftur við ongum, men útinna tað, sum mær líkar, og fremja tað, sum eg sendi tað til” (Jes 55,10-11).

LES EISINI  Messiasprofetiini

Móses sigur tað soleiðis í Fimtu Mósebók 32,2: “Frøði mín sum regnið skal streyma, røða mín drúpa sum døggin, eins og skúrir á grønar nálir og æl á grønskandi urtir.”

Les eisini Sálm 1,1-3 um somu søk.

Tað er helst hetta, sum myndar grundarlagið fyri tí, sum Jesus her sigur við Nikodemus.

Skal eitt menniskja verða føtt av nýggjum, kann tað bara henda við Guds egna orði.

Regn hevur lívgevandi ávirkan á alt, sum veksur og grør. Harrans orð kann geva tí lív, sum ikki er frelstur.

Føddur av vatni merkir, at ein er føddur við Guds orði. Føddur við evangeliinum um Jesus. Hetta er týðiliga sagt fleiri ferðir í Nýggja testamenti: “Eftir sínum egna vilja føddi hann okkum við sannleiks orði” (Ják 1,18). “Tit sum eru endurføddir, ikki av forgongiligum, men av óforgongiligum sáði, við Guds livandi og varandi orði” (1 Pæt 1,23).

Andi í hesum samanhangi er Heilagi Andin. Guds orð og Guds Andi eru arbeiðsfelagar! Tey arbeiða saman upp á hjørtuni, so at menniskju kunnu verða frelst.

Tá ið orðið um Jesus ljóðar, varpar Guds andi ljós yvir hetta orðið. Soleiðis skilja vit tað, sum Guds orð talar við okkum um.

Vit grípa tað við hjartanum. Kunnu trúgva tí. Og leita okkum skjól í tí.

LES EISINI  Fríkendur av Gudi

Gev væl gætur, hvussu Jesus svarar spurninginum frá Nikodemusi í 11-12. versi. Hann boðar evangeliið! Gud elskar heimin. Hann gav Son sín í deyðan fyri okkara syndir. Tann, sum trýr á Jesus, hevur ævigt lív.

Við hesum boðskapinum varð Nikodemus føddur av nýggjum. Við sama boðskapinum verður eitt menniskja føtt av nýggjum, eisini í dag.

 

Til umhugsanar…

Jesus vísir til frásøgnina í Fjórðu Mósebók 21,4-9 um “koparormin í oyðimørkini” (Jóh 3,14-15). Her verður sagt frá um eiturormarnar (Guds dómur) og um koparormin (Guds frelsu). Hvat sigur hendan myndin tær um ta frelsu, sum Gud hevur givið í Jesusi?

 

Eftir Johnn R. Hardang (Noreg) í bókini “Veien” (Sambåndet Forlag 1998)

Hjørleif Poulsen týddi

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina