Í hvør sínum báti – men við sama borð

Torleif Johannesen

Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað.

Av og á, fyri ikki at siga rættiliga ofta, eru bæði handaligar og andaligar meiningar hjá fólki so langt frá hvørji aðrari, at tað kann upplivast, sum um fólk búgva á hvør sínari gongustjørnu.
Orð og hugburður kann vera so ymiskur og ljótur, sum um fólk einki vilja ella kunnu hava við hvørt annað at gera, ja, kunnu uppliva hvønn annan sum fíggindar.

Hetta kann undra, tí hyggja vit at heiminum, so er hann felags fyri allar íbúgvar heimsins. Vit liva av sama tilfeingi á landi og sjógvi og anda somu luft í okkum.

Sama sól lýsir yvir øll, og tað regnar yvir øll, um nøgdin av sólstrálum og regni er misjøvn.
“Sólin rísur yvir illum og góðum og tað regnar yvir rættvís og órættvís” sambært Jesusi.

Tey, sum dálka, dálka heimin, tey, sum verja, verja heimin, tí hann er felags bústaður fyri øll. Fólk eru ikki enn flutt á aðra gongustjørnu at búgva og koma tað neyvan. Tí er heimurin felags ábyrgd fyri øll menniskju.

Hetta merkir ikki, at so eru allar meiningar líka góðar ella vánaligar. Hetta merkir heldur ikki, at so skulu vit hava eitt heimssamfelag, har øll skulu vera eins, meina tað sama, ganga somu kós, tosa sama mál og annars eru einsrættað í øllum. 
Fjølbroytni er Guds gáva. Tí skulu landamørk og tungumál virðast og verjast. Sama er við mentanum, so framt tær ikki eru í andsøgn við Guds góða vilja.
Paulus ápostul sigur: Og hann (Gud) hevur latið øll fólk av einum blóði búgva um allan jarðarkringin og tilskilað teimum fyrisettar tíðir og markini fyri bústaði teirra, Áp 17.

Mannaættin er samansett av brøðrafólkum av sama blóði, hóast ymisleikin er sera stórur, tá ræður um húðarlit, mentan, tungumál, átrúnað,… og ríkidømi.
Øll eru skapt í Guds mynd. Samskifti, samarbeiði, samhandil,… má tí byggja á virðing, skilvísi,… og kærleika, um friður og liviumstøður skulu vera millum húsfólk, grannar, bygdir, lond og tjóðir.

Viðfesta mynd sýnir tveir skutar, sum hava hvør sín lit. Borðið er fast í báðar skutarnar. So óansæð hvørjum skuti, tú situr í, ella kennir teg heima í, hvat fólk ella land tú kennir teg at vera partur av, hvat mál tú tosar, hvørja mentan, hvat starv, politiska ella átrúnaðarliga sannføring tú hevur,…so minst til:
Øll eta av sama borði, hóast hvør sín rætt.
Øll anda somu luft í seg, hóast góðskan kann vera ymisk.
Øll arbeiða í sama heimi, hóast arbeiðini eru sera ymisk.
Øll vaka og sova undir sama himmalhválvi.
Øll ynskja at onnur elska og virða tey.
Øll ynskja ein góðan morgindag.

Tá Jesus einaferð varð spurdur um, hvat størsta boðið í lógini var, svaraði hann:
 «Tú skalt elska Harran, Guð tín, av øllum hjarta tínum og av allari sál tíni og av øllum huga tínum!» Hetta er hitt stóra og fyrsta boðið. 
Men eitt annað er enn, ið er hesum líkt: «Tú skalt elska næsta tín sum sjálvan teg!» 
Í hesum báðum boðunum hongur øll lógin og profetarnir.» Matt 22, 37 – 40.

Tann, sum elskar Gud fram um alt og setur hann hægst í lívinum, elskar, virðir, verjir, hjálpir,… samstundis næsta sínum.
Kærleikin til Guds má og skal síggjast aftur í kærleika til næstan – annars er hann tóm orð.
Kærleikin til Guds, má fáa góðar fylgjur fyri næstan, tí kærleikin “byggir upp” sambært Bíbliuni.

So óansæð hvørjum skuti tú situr í og hvør situr saman við tær ella yvir av tær, so elska og virð viðkomandi.
Góða eydnu og Guds signing!

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina