Í kvøld byrjar missiónsvikan í Vík
Avhaldshúsið í Haldarsvík er karmur um missiónsviku næstu dagarnar. Lagt verður fyri í kvøld klokkan 20, og hildið verður fram til sunnukvøldið.
Skráin er henda:
Hósdagur 7. november
Kl. 20.00 Møti við Frelsunarherinum
Fríggjadagur 8. november
Kl. 20.00 Møti við Sólrun Poulsen. Argjakórið syngur.
Leygardagur 9. november
Kl. 20.00 Møti við Alfred Olsen. Teir fimm úr Norðstreymoy syngja. Innsavnan.
Sunnudagur 10. november
Kl. 12.00 Gudstænasta við altargongd. Jákup E. Petersen prædikar.
Kl. 18.00 Møti við Jákupi E. Petersen. Oasubrøður syngja. Innsavnan.
Bønarløta er hvørt kvøld hálvan tíma fyri møtið.
Drekkamunnur er eftir hvørt møti.
Tað verður eisini bjóðað til forbøn/samtalu.
“Sí, eg standi við dyrnar og banki uppá. Um einhvør hoyrir rødd mína og letur upp dyrnar, tá skal eg fara inn til hansara og eta nátturða saman við honum, og hann við mær” (Opb 3,20).
Øll eru hjartaliga vælkomin!