Í spønum

Trúboðin

Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað.

Holmegaard. Rabarbuglas. Piet Hein. Mikkalina. Pillivuyt. Tróndur Patursson. Royal Copenhagen. Kähler. Glarlistin hevur góðar dagar, og tað er veruliga vakurt at síggja ein flottan lunda frá Mikkalinu, ein størri fugl hjá Tróndi Patursson ella okkurt av hinum.

 

Elinborg Osvaldsdóttir skrivar:

 

Hugsa tær at mist onkran av hesum fínu glaslutunum á gólv! Bums! Krasj! Upp á eitt splittsekund er alt í spønum. Eingin vegur aftur. Tú kanst líma, men tað verður aldri tað sama aftur.

Men hevur tú nakrantíð hugsað um, at eitt tað vakrasta við glasi er, tá ið sólin skínur á brotið glas? Av tí at brotið glas hevur so nógvar kantar, so glitra glaspettini so vakurt í sólarljósi. Smáu kantarnir gera, at sólarljósið verður sent út í allar ættir. Ein glaskanna til dømis hevur bara eina fasadu, og tí kann ljósspælið ongantíð gerast eins vakurt sum við glaspettum.

Tað, sum er galdandi fyri glas í spønum, er eisini galdandi fyri eitt lív í spønum. Knústir dreymar, knúst hjørtu, knúst vón. Eitt lív, sum er í spønum, er eftir øllum at døma oyðilagt. Tað er eins lítil vón fyri mær sum fyri einum brotnum Kähler vasa. Brotið er brotið, og tað fæst ikki heilt aftur. Í hvussu so er, fer nakað av vakurleikanum. Fasadan er farin.

LES EISINI  Filmur um bíbliur, sum góvu hermonnum vón, avvístur av biografum

Men eitt knúst lív hjá einum menniskja kann við tíðini og bønarinnar megi fara at skína klárari enn nakrantíð fyrr. Bjartari enn fyri brotið. Tá ið Jesu Kristi ljós skínir á eitt knúst lív, kann vónin verða kveikt av nýggjum.

Bara Gud kann gera tað soleiðis, at hann skapar nakað vakurt úr tí, sum annars bara var ráðaloysi. Fyri honum er einki spilt. Hvør ein knústur dreymur, hvørt eitt sundurbrotið hjarta kann verða lekt, tá ið hann kærleiksfult nemur við okkum. Lív títt er kanska merkt av sorg, pínu ella skuld, men Gud brúkar tað sum eitt kaleidoskop, har hansara ljós fær skinið enn bjartari og litríkari. Gud hevur eina ætlan við tær. Men brotna glasið skínur ikki, um tað liggur í myrkri. Tað skínur bert í sólarljósi. Vilt tú lata Gud skína á teg, so at hann fær víst tær á leiðina, hann hevur ætlað tær?

”Offur til Guds er ein sundurbrotin andi; Gud, tú vrakar ei eitt brotið og sundurfarið hjarta!” (Sl 51,19)

LES EISINI  Videoadventskransurin: Vónarinnar ljós

”Rørið, ið brákað er, skal hann ikki bróta, rakið, ið rýkur, skal hann ikki sløkkja. Við trúfesti ber hann rættin út” (Jes 42,3).

 

Bøn: Jesus, tú, sum ert ljós heimsins, skín í dag á alt myrkt í okkara heimi. Skín á skuffað, særd og sundurbrotin menniskju, og lat tey merkja tína nærveru. Lýs á øll Guds børn, soleiðis at vit eisini kunnu verða ljós fyri øðrum.

 

Greinin varð prentað í Trúboðanum nr. 8/2015

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina