Ikki nøkur døgnfluga: Lærusveinaskúlin PODAS byrjar aftur – á 11. ári

Um fáar vikur byrja heili seks nýggir Podas-flokkar aftur um landið, 11. árið á rað. Tríggir Podas 1-flokkar og tríggir Podas 2-flokkar fyri tey, ið hava tikið Podas 1 frammanundan. Podas bjóðar góða frálæru, viðkomandi tilfar og lívgandi felagsskap.

“PODAS Ekklesias” er ætlað teimum, sum vilja vera Jesu lærusveinar og vaksa í trúnni. PODAS er ein føroyskur bíbliuskúli, sum byggir á Fólkakirkjunnar lærugrundarlag, og tað eru prestar, trúboðarar og onnur, sum undirvísa um læru og lív, eins og missión og leiðslu.

Skúlin er í høvuðsheitum ein kvøldskúli, tveir tímar um vikuna í tíðarskeiðnum frá september til apríl.

Mentur yvir fleiri ár

Fyri 11 árum síðani fór Bergur D. Joensen undir ein kvøldskúla í lærusveinaskapi, sum hann hevði arbeitt við og fyrireikað í rúma tíð. Hugskotið var væl eldri, og tankarnir vórðu búnaðir í so ymiskum støðum sum umborð á flakatrolara í Barentshavinum, á missiónsskúla í Nigeria og umborð á trúboðaraskipinum Logos Hope.

LES EISINI  Umsitingarligar broytingar í Fólkakirkjuni

Nú 11 ár seinni hevur PODAS Ekklesias, sum lærusveinaskúlin nú eitur, staðfest sína støðu sum eitt gevandi og mennandi kvøldskúlatilboð fyri tey, ið vilja seta tíð og orku av til at duga betur at fylgja í Jesu fótasporum. Tað má man siga, tí skúlin er støðugt mentur hesi árini, so at hann kann vera viðkomandi og gevandi fyri øll, og fleiri enn 600 fólk hava gingið á Podas. Tað er merkisvert, at talan bæði er um ung og eldri, kvinnur og menn, roynd í trúnni og óroynd.

Seks støð um landið

Eitt annað eyðkenni er, at lærusveinaskúlin hevur bjóðað seg fram um alt landið og enntá stundum eisini uttanlands. Soleiðis er eisini hesaferð, nú tað aftur er høvi at tekna seg til Podas. Podas 1, sum er fyri tey, ið ikki hava tikið Podas áður, verður á trimum støðum:

Í Vesturkirkjuni í Havn mánakvøld klokkan 17:30-19:30. Byrjað verður 23. september, og leiðarar eru Liljan og Kim Midjord.

LES EISINI  Ein hugnalig løta

Í Kirkjuhúsinum á Strondum týskvøld klokkan 19:30-21:30. Byrjað verður 24. september, og leiðarar eru Mariann D. Poulsen og Bartal Danielsen.

Í Kirkjuhúsinum í Hvannasundi og Viðareiðis missiónshúsi (aðru hvørja ferð) hóskvøld klokkan 19:00-21:00. Byrjað verður 26. september, og leiðarar eru Jóannes Purkhús, Annubeth Absalonsen, Monica-Mari Ziska og Leivur í Buð.

Podas 2 er fyri tey, ið hava tikið Podas 1 og vilja læra meira. Í vetur verður Podas 2 eisini boðið út í trimum støðum:

Í Gøtu kirkju mánakvøld klokkan 19:00-21:00. Byrjað verður 30. september, og leiðari er Rannvá Langgaard.

Í Vesturkirkjuni í Havn týskvøld klokkan 18:00-20:00. Byrjað verður 1. oktober, og leiðarar eru Randi Joensen og Derhard Jógvansson.

Í Miðvágs missiónshúsi hóskvøld klokkan 19:30-21:30. Byrjað verður 3. oktober, og leiðarar eru Hanna Nattestad, Barbara H. Jensen og Sveinur Thomasen.

Tað praktiska

Luttøkugjaldið fyri ein vetur (bøkur og annað) er 2.500 krónur fyri einstaklingar og 3.500 krónur fyri pør. Til ber at gjalda í pørtum. Tekningarfreistin fyri Podas 1 er 22. september, og fyri Podas 2 er freistin 29. september. Ein teknar seg hjá Barbaru Hannudóttir Jensen hannudottir@olivant.fo (tel 266355). Bøkur og tilfar fæst við skúlabyrjan.

LES EISINI  Stórt ungdómsmøti í Miðvági

Hevur ein spurningar, kann ein venda sær til skúlaleiðaran Bergur D. Joensen bergur@kirkjan.fo

PODAS Ekklesias er eisini á facebook: facebook.com/PODASEkklesias

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina