Innkast: Avkristnan

Tummas Kannuberg

Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað.

Vesturheimurin verður avkristnaður. Tað hava vit hoyrt í fleiri umførum í nógv ár, og tølini tala fyri seg. Kristeligt Dagblad vísir á, at í Stóra Bretlandi og Týsklandi er tann størsti átrúnaðarligi bólkurin nevniliga ikki-trúgvandi. Tað vil siga, at tað eru færri kristin og muslimar, enn tað eru menniskju uttan nakra trúgv í hesum londunum. Framskrivingar vísa, at hesin bólkurin er eisini vaksandi í USA, sum vantandi hevur fleiri ikki-trúgvandi enn kristin longu í 2029.

Kristindómurin verður tí ikki ein normur innan nøkur ár. Soleiðis er støðan úti í heimi, men hvussu er støðan í Føroyum, og hvussu kunnu vit meta um støðuna? Fyri mítt viðkomandi er støðan einføld, av tí at eg fái nøkunlunda sammett tvey tíðarskeið, har ið Føroyar hava verið ígjøgnum eina rímiliga stóra fólkafrøðiliga broyting. Í 2013, tá ið eg flutti niður til Danmarkar at lesa, vóru vit 48.329 føroyingar búsitandi í Føroyum. Í dag eri eg nýligani fluttur heim, og tølini fyri juni 2021 siga, at vit eru 53.358 føroyingar. Hesi átta árini er talið økt við 5.116 fólkum. Mín bústaðarkommuna hevur eisini fingið ein góðan part av hesum fólkavøkstri.

LES EISINI  Kirkjan hevur ongantíð áður staðið í slíkari støðu

Hesin vøkstur sæst aftur í landslagnum við øllum teimum nýggju  húsunum, sum eru í gerð. Vøksturin sæst aftur í teimum høgu húsaprísunum og eftirspurninginum eftir at leiga bústað. Síggja vit vøksturin aftur í kirkjunum, ella eru missiónshúsini byrja at gerast trong, tí vit eru so mong í mun til fyri bert átta árum síðani? Tað tykist ikki so. Heldur sær tað út sum, at tey somu fylla kirkjurnar og missiónshúsini sum fyri átta árum síðani. Her tosi eg so út frá egnum eygleiðingum. Er tað veruliga soleiðis? So eru Føroyar jú ikki langt aftanfyri onnur lond í Evropa, og avkristnanin er væl á ávegis.

Hesin trupulleikin ávirkar ikki bert kirkjuliðini, men samfelagið sum heild. Ryan Burge granskar innan politikk og átrúnað, og sambært honum eru avleiðingarnar daprar. Tað er vorðið alsamt meira einsligt at liva í Vesturheiminum. Fyrr komu vit saman um Guðs orð, og hóast allar ymiskleikarnar millum kirkjufólkið, so lærdi man at elska og virða hvønn annan. Hendan felagsskapin hava vesturlendingar í stóran mun mist. Harvið er einki, ið bindur okkum saman longur, tað vil siga, at umframt sosiala isolatión, so verða mótsetningarnir skerpaðir millum fólk, politiskt og sosialt, á teimum “sosialu” miðlunum.

LES EISINI  Hvat verðsligger okkum?

Hvussu er hendan støðan íkomin? Hvat kunnu vit sum kristin gera? Tað er hóast alt meira upp á spæl enn sosial isiolatión og øktir mótsetningar. Jesus verður teimum fremmandur, og gáva hansara verður ikki móttikin við trúgv.

Orsøkin til hesa støðuna er rímiliga greið, metir Connor Wood, ið granskar í átrúnað. Wood leggur ikki fingrarnar ímillum, tá ið hann sigur, at “Gerningar tala týðiligari enn orð, og børn, sum vaksa upp í einum húsarhaldi, har foreldur javnan ganga í kirkju, biðja borðbøn og lesa í Bíbliuni, hella í størri mun til at gerast kristin. Slík foreldur gerast tað tó færri av”.  

Í Danmark sæst hetta millum annað aftur í dópstølunum, sum hava verið nógv lækkandi tey seinastu árini. Orsøkin sigst at vera, at foreldur ynskja ikki at velja fyri børnini, tí tey skulu sjálv gera av, um tey ynskja at vera kristin ella ikki. Men sum prædikað varð til útvarpsgudstænastuna seinasta sunnudag, so er eitt og hvørt frával fyri okkara børn eisini eitt val. Vit kunnu geva okkara næsta ættarliði eina kós, eina kós, sum ber longri enn okkara jarðiska framsókni. At taka børn við í kirkju, sunnudagsskúla og møti, at lesa og biðja saman við teimum, eigur at vera ein líka stór sjálvfylgja sum at binda tey í trygdarbelti, tá ið koyrt verður bil.Tá verður ikki spurt eftir, um tey tíma ella ei, tí tað er neyðugt og vandamikið at gera nakað annað, og tað er skilagott at geva teimum góðar vanar, meðan tey eru smá.

LES EISINI  Hvat verðsligger okkum?

Sum kristin er okkara størsta uppgáva at bera gleðiboðskapin um tann upprisna Kristus víðari til okkara næsta og okkara komandi ættarlið. Tað er eisini eitt tað størsta boðið við hava, sum jødarnir av sonnum tóku til sín “tú skalt elska Harran, Guð tín, av øllum hjarta tínum, av allari sál og øllum mátti tínum. Hesi boðorð, sum eg í dag leggi fyri teg, skulu vera í hjarta tínum; og tey skalt tú leggja børnum tínum eina við”. (5. Mós 6,5-7a).

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina