Innkast: Eg sá ikki, hvat eg hevði …

Annika Osvaldsdóttir Sørensen

Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað.

“Eg sá ikki, hvat eg hevði, fyrr enn eg misti tað.” Hesa framsøgn hoyra vit t.d. í filmum, har tann eini parturin fer frá hinum og angrar tað. Í hesum býr ein lutfalsligur sannleiki – tað veldst sjálvandi um, hvat og hvønn tosað verður um. Um vit taka tey smáu sum dømi, so síggja vit, at tá ið eitt barn leggur eina leiku frá sær, og eitt annað barn síðan tekur tað, so verður leikan brádliga enn betri, enn hon var áðrenn, og tað kann standast stríð úr hesum. Hetta hongur við, sum vit vaksa til, og hóast vit kanska duga okkum eitt sindur betur hógv enn tey smáu, so tykist tað ofta sum, at lutir eru meira attraktivir, tá ið vit ikki hava teir, enn tá ið vit hava teir. Hinvegin kann eg um meg sjálva siga, at um onkur tók eina blusu niðast úr mínum skápi, so gekk tað long tíð, áðrenn eg hevði saknað hana – um eg yvirhøvur hevði. Men var talan um okkurt av størri týdningi, var støðan ein onnur.

LES EISINI  Missiónsvika útsett

Hetta seinna upplivi eg í løtuni upp á egnan kropp, nú tað óhepna hendi, at vit trý í húskinum fingu korona, og tí skuldu avbyrgjast. Her, í Keypmannahavn, er jú so nógv korona í løtuni, at tað næstan bara var ein spurningur um tíð. At vera avbyrgd merkir fyri okkum, at vit skulu halda okkum inni mest møguligt. Vit búgva í einum íbúðarblokki, so tá vit einaferð um dagin fara út at leggja dóttrina í vogn, mugu vit vera varin, soleiðis at vit ikki møta nøkrum á veg út. At koma út at fáa fríska luft og at sleppa at røra seg eitt sindur er ein heilt einastandandi kensla nú, og tímir mann illa innaftur, nú mann endiliga er “sloppin” út. Eg havi kensluna av, at eg kundi gingið 10 km, áðrenn eg fari innaftur – tí eg veit ikki, nær eg sleppi útaftur. Henda kenslan er ikki til staðar í gerandisdegnum, tá mann altíð kann fara út, tá mann altíð kann ganga sær ein langan túr, tá mann altíð kann anda so nógva fríska luft inn í seg, sum mann vil og røra seg so nógv, sum mann vil. Vit virðismeta okkurt serliga nógv, tá ið tað verður tikið frá okkum, sum í okkara føri nú, at frælsið er tikið frá okkum.

LES EISINI  CORONAVIRUS - inntriv í trúarlívið

Hetta fær meg at hugsa um, hví vit ikki kunnu virðismeta tað, sum vit hava, meira. Og í hesum sambandi hugsi eg um frelsuna og lívið saman við Guði. Frelsan er ókeypis, og náðin er óendalig. Frelsan er eitt val um at velja Jesus til ella frá. Men hvussu hevði tað verið, um vit fingu at vita, at vit ikki sluppu at hava samband við Guð, og at frelsan varð tikin frá okkum? Sannlíkt er, at vit tá høvdu sæð enn meiri virði í henni.

Eg ynskti eisini, at eg, eins og í hesum døgum gangi tey eyka fetini og trappurnar, áðrenn eg fari innaftur, gjørdi tað í mínum kristna lívi. Og soleiðis ynskti eg, at vit øll høvdu tað; høvdu hug til, at altíð gera eitt sindur eyka, áðrenn vit settust aftur.

So tí fari eg at seta tað upp soleiðis: Um vit ikki velja Jesus, so verður frelsan tikin frá okkum, og tí mugu vit velja Jesus hvønn dag, tí vit vita nevniliga ikki, nær lívið verður tikið frá okkum – og tá er ov seint, at hann verður dýrabærur hjá okkum.

LES EISINI  COVID-19: Vit mugu ansa væl eftir útsettum børnum og ungum hesa tíðina.

… tí at sjálvir vita tit gjølla, at Harrans dagur kemur sum tjóvur á nátt.” (1. Tess. 5,2)

Hvussu er hjá tær, virðismetur tú frelsuverkið sum reyðargull, ella hevði tú ikki lagt til merkis, um hon var tikin frá tær?

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina