Innsavnan: Vit eru komin á mál!

Lesarar hjá Trúboðanum hava longu tryggjað, at tað er møguligt hjá okkum at keypa sera góð myndatól. Tær 50.000 krónurnar, sum vit høvdu tørv á at samla inn innan eina viku, eru longu komnar inn. Men okkum tørvar enn hjálp.

– Takk fyri gávuna! Í síðstu viku bóðu vit tykkum hjálpa okkum at keypa eitt sjónvarpsstudio. Málið var at fáa í minsta lagi 50.000 krónur. Tað var ein gleðiligur mánadagur, tá vit fingu staðfest, at nú vóru allir pengarnir komnir inn og meir afturat, fortelur Carsten Fonsdal Mikkelsen, nú hann hevur fingið málið aftur. Tí við egnum orðum fekk hann ikki orðið upp, tá hann sá, at allir pengarnir vóru á kontoini.

– Hóast vit hava fingið allar pengarnar, okkum tørvaði her og nú, vilja vit við frímóði feðin bjóða øllum teimum, ið ynskja at stuðla ætlanini peningaliga, at vera við. Tí hóast tað nú er tryggjað, at vit kunnu keypa ordulig myndatól, meðan tey eru á tilboð, so er nógv annað, ið skal til fyri at menna og halda Trúboðan. Tí eru tit meir enn vælkomin at framhaldandi stuðlað ætlanini, sigur Carsten Fonsdal Mikkelsen, sum eisini vísir til, at mest av øllum tørvar okkum fastar mánaðarligar gevarar.

LES EISINI  Møti og takkarløta fyri heystið

Frá tykkum – til tykkum

Afturat tí peningaliga partinum av sakini, vísir Carsten Fonsdal Mikkelsen eisini til, at Trúboðin fyrst og fremst hevur tørv á sjálvbodnum, ið á ymiskan hátt vilja vera partur av ætlanini: – Okkara mál er, at Trúboðin í stórsta mun skal vera frá okkara lesarum til okkara lesarar. At enn fleiri byrja at síggja seg sum ein part av Trúboðanum og bjóða sína tíð og evnir. Saman røkka vit nógv fleiri fólkum við evangeliinum, og saman kunnu vit hjálpa hvørjum øðrum við at fylgjast við Gudi í trúgv og tænastu.

Sum nakað nýtt tørvar okkum fólk, ið dáma at arbeiða við filmframleiðslu. Okkum tørvar fólk bæði framman og handan myndatólið, sigur Carsten Fonsdal Mikkelsen. Okkum tørvar fólk við hugskotum til góðar sendingar og okkum tørvar fólk, ið kunnu gera hugskotini til veruleika.

– Ein kann hava eina andakt, ein annar ein vitnisburð. Ein triði fortelur, hvussu hann fekk ein vitnisburð burturúr einum málaríi við einum bíbilskum boðskapi, meðan ein fjórði greiðir frá um at vitja heim runt í bygdini. Onkur kann vísa okkum sín nýggja sang, meðan onnur fáa spælt sangin inn og givið hann út – so onnur eisini fáa gleði av boðskapinum. Ein bólkur kann filma ein stuttfilm, og summi koma við hugskotum um, hvussu man kann menna sunnukvøldsmøtini, so tey eisini halda áfram. Og øll fortelja, hvat hendir í teirra umráði.

LES EISINI  Møti og takkarløta fyri heystið

– Summi kunnu skriva, summi gera poddkast og onnur kunnu gera filmsbrot. Men saman vil Gud brúka okkara ymisku evnir og royndir at røkka nógv longri út við evangeliinum og styrkja menniskju í trúnni, endar Carsten Fonsdal Mikkelsen.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina