Ísrael herjað av eldi
Tólv persónar eru tiknir fyri eldarnar, sum hava herjað í Ísrael seinastu dagarnar.
Meira enn 80.000 íbúgvar eru fluttir burtur frá heimum sínum seinastu dagarnar, seinast úr Harashim í Norðurísrael, eftir at eldur byrjaði nærindis bygdini, og um náttina vórðu íbygvar í Beit Meir noyddir at flýggja undan einum skógareldi, sum byrjaði nærindis Jerusalem.
Harafturímóti hevur tað eydnast sløkkiliðunum at fáa tamarhald á eldinum, sum hótti Haifa, triðstørsta býin í Ísrael.
Fleiri lond hjálpa til í arbeiðinum við at sløkkja eldin: USA, Russland, Italia, Turkaland, Grikkaland, Kroatia, Kypros og palestinsku myndugleikarnir hava sent útgerð og fólk til hjálpar.
Eldarnir eru teir verstu, sum hava verið í landinum síðan 2010. Fyri ein part kunnu teir greiðast frá við, at tað hevur verið turt og er vindur, og at eldurin tí breiðir seg, men myndugleikarnir hava illgruna um, at fleiri teirra eru ásettir. Tólv persónar eru tiknir, tí teir eru undir illgruna fyri morðbrand ella eldáseting.
Benjamin Netanyahu, forsætisráðharri, hevur sagt, at eldarnir eru yvirgangsatsóknir, og at teir skulu handfarast sum sovorðnar.
– Hvør einasti persónur, sum roynir at brenna partar av landinum Ísrael niður, skal verða revsaður hart, segði Netanyahu í gjár, skrivar dagen.se