Ítøkilig frálæra um at vitna um Jesus
Í sambandi við, at Torben Østermark, leiðari og evangelistur í donsku Friluftsmissionen, kemur til Føroya at undirvísa á stóru leiðararáðstevnuni leygardagin, fer hann at undirvísa í Vesturkirkjuni í Havn mikukvøldið 25. september klokkan 19:00-21:00. Tað er lærusveinaskúlin Podas Ekklesias, sum skipar fyri. Torben hevur tvær ferðir fyrr, fyri 8-10 árum síðani, havt slíka undirvísing fyri Podas-næmingum.
Torben Østermark hevur drúgvar royndir at tosa við fólk um Jesus. Hann er “niðri á jørðini” og ítøkiligur í síni undirvísing, stuttligur og livandi. Eisini dugir hann væl at nýta ymisk amboð og hugskot at koma á tal við fólk.
Evnini mikukvøldið eru:
- At vera eitt vitni
- At tora at vitna
Tiltakið er partur av tilboðnum hjá Podas, men øll eru hjartaliga vælkomin at vera við. Tiltakið er ókeypis, og til ber at geva PODAS eina gávu.