Seinasta freist í dag at tekna seg til leiðararáðstevnuna!
Leygardagin verður stór ráðstevna í Leguhúsinum í Nesvík fyri sunnudagsskúlalærarar og juniorleiðarar, sum eru knýttir at SIMBA (barna- og juniorarbeiðnum hjá Kirkjuligu Heimamissiónini). Heitið á ráðstevnuni er ”Sami boðskapur í eini visuellari tíð”, og høvuðsundirvísari er Torben Østermark úr Danmark.
Ein tiltrongdur dagur at verða áfyltur
– Endamálið er í tveimum. Tað fyrra er at bjóða teimum, ið standa fyri sunnudagsskúlum og juniorarbeiðum um landið, leiðaramenning. Vit vilja bjóða teimum ein dag, har leiðarin sleppur at taka ímóti og verða áfyltur. Tí tað er krevjandi at vera leiðari í dag! Børnini lurta ikki longur bara við oyrunum, men eisini við eygunum! Tí vilja vit eisini geva leiðarum íblástur til ta visuellu síðuna av at bera ein boðskap fram, sum fangar børnini, sigur Erla Mortensen, samskipari, ið skipar fyri ráðstevnuni saman við øðrum.
Høvuðsundirvísari er danin Torben Østermark, ið er leiðari og evangelistur fyri Friluftsmissionen. Hann hevur drúgvar royndir við at bera kristna boðskapin fram á gøtum og torgum fyri fólki, ið einki kenna til kristna boðskapin, og har tað hevur stóran týdning, at munnligi parturin verður stuðlaður av nøkrum áhugaverdum fyri eyguni.
Hava brúk fyri at kenna, at vit eru partur av eini rørslu
– Men endamálið er eisini at savna sunnudagsskúlalærarar og juniorleiðarar. Tí rørslan er stór, og vit eru spjødd um alt landið. Tí haldi eg tað hava sera stóran týdning, at allir leiðarar fáa høvi at koma saman fyri at kunna sparra um ymiskt, sum rørir seg. Eisini tí tey ymisku arbeiðini ikki øll hava tær somu avbjóðingarnar, sigur Erla.
Eftir ein góðan morgunmat klokkan 9.30 verður ráðstevnan sett stundisliga klokkan 10, og síðani hevur Torben Østermark tveir fyrilestrar. Tann fyrri snýr seg um myndatalu í Bíbliuni og hvat vit kunnu læra av tí. Hvussu kunnu vit dagføra okkara boðan, uttan at taka nakað frá góða gamla boðskapinum og bíbliusøgunum? Tann seinni eitur ”Sami boðskapur í eini visuellari tíð”. Hvussu siga vit tað sama, tá nútíðarmenniskju ”lurta” við eygunum? Megna vit at bera ein boðskap við orðum, tá nærum øll børn nú brúka skíggjar?
Fýra verkstovur pluss ein
Seinnapartin kunnu luttakararnir velja tvær av fýra spennandi verkstovum, og ein nýtist ikki at velja, fyrrenn stevnan er byrjað. Torben Østermark hevur tvær verkstovur. Tann fyrra snýr seg um alskyns visuell hjálparamboð, so sum “talu-máli-talvu”, gykling, ballónir og so framvegis. Tann seinna snýr seg um, hvussu nógvan boðskap ein kann fáa burturúr einum einstøkum pappírsarki.
Men onnur kveikjandi fólk sleppa eisini framat. Kristian Martin Petersen hevur eina verkstovu, ið hann nevnir “Gerandisdagurin í sunnudagsskúlanum” – um at fanga lurtaran við góðu søguni og eins og Jesus møta børnunum í eygnahædd. Fjórði valmøguleikin er eisini ein sera viðkomandi verkstova við Annelisu Rasmussen, ið snýr seg um leiðslu í sunnudagsskúlaarbeiðnum. Hvussu fær leiðarin fólk við sær? Hvussu fáa tær ymsu styrkirnar í spæl, hvussu skapa ognarskap fyri arbeiðnum og hvussu loysa trupulleikar konstruktivt?
Áðrenn ráðstevnan endar klokkan 16.30, verður ein felags sangverkstova fyri øll, har luttakararnir syngja bæði kendar og minni kendar sunnudagsskúla- og juniorsangir saman.
Seinasta freist í dag at tekna seg!
Ráðstevnan er sum nevnt fyri SIMBA-sunnudagsskúlalærarar og juniorleiðarar, og hon verður leygardagin 28. september frá klokkan 9.30 á morgni.
Alt tiltakið fer fram í nýggju høllini í Leguhúsinum í Nesvík og matarsalinum (restin av leguhúsinum verður ikki nýtt), og nýggja inngongdin (við høllina) verður nýtt!
Ráðstevnan er ókeypis, men neyðugt er at tekna seg á mission.fo/tilmelding, og seinasta freist er í dag, 23. september!