JA til lívið. NEI til syndina

Trúboðin

Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað.

Hugsa vit um Gud og skapanina, so kunnu vit í undran bara sýna skaparanum takksemi. Frá tí sára góða er tó ómetaliga stórur skaði hendur við syndafallinum, og tess veruleika kenna vit øll nakað til.

Her á landi kenna vit eisini Jesus, ið kom í heimin fyri at endurreisa tað falna. Við deyða og uppreisn hansara hendi avgerandi broyting, og í ævinleikanum skulu øll kristin so eisini kenna hin fullkomna ávøksturin av sigri Jesusar.

Í hesi livandi vón livir ein kristin nú sítt dagliga lív. Kall okkara eru ymisk, og sjálvt um vit ikki altíð eru so sigrandi, so kunnu vit tó gleðast um familju, vinir, meinigheitslív, arbeiði, legur, ítrótt, ferðir og so nógv annað gott. Av sonnum er mangt, ið vit sambært Guds vilja við góðari samvitsku kunnu njóta, elska og siga ja til, og tað eiga vit at gera.

At vera jaligur merkir tó ikki, at ein skal siga ja til alt. Hetta skuldi verið eyðsæð fyri ein og hvønn, og tó er hetta vert og helst neyðugt at nevna. Tí í dag hava fólk – við stórum frímóði – ógvuliga lætt við at siga ja til syndina, og tað tykist sum um mong kenna tað sum eitt frælsi. Enntá lóggáva, ið gongur beinleiðis ímóti Guds skapanarvilja, verður umbiðin og heiðrað í tí almenna rúminum.

Gudsóttin hevur ongantíð fingið eitt menniskja at velja ella dyrka syndina. Gudsóttin førir heldur til syndajáttan, og tað var áður vælkent her á landi – men, hvussu er støðan í dag?

Er títt ja til Jesus eisini eitt klárt nei til syndina, ella er tilveran merkt av tøgn ella enntá eini kapping við tíðarandan um at siga ja til alt? Hetta er ein sera viðkomandi spurningur fyri øll kristin í dag!

Mannaóttin fær okkum mangan at siga ja til syndina. Gudsóttin fær okkum at siga ja til Gud og góða vilja hansara, og tá tora vit – eisini í kærleika til næstan – at siga nei til syndina.

Skulu vit sum fólk ikki fara longur og longur burtur frá Gudi og verndarveingjum hansara, so er alneyðugt, at Kristusljósið í tí kristna menniskjanum fær loyvi at skína.  Skal tað gerast ein veruleiki, so er alneyðugt, at Guds orðið dagliga ávirkar okkum og ikki øvut.

Fyri at vita, nær vit privat sum alment eiga at siga ja ella nei til eitthvørt, so mugu vit fyrst kenna rætta samanhangin og við Skriftini sum grundarlag síðani skína á, hvat ið er gott og gagnligt, og hvat ikki er. Hesa ábyrgd eigur ein og hvør kristin.

Men eitt er at vita, annað er at tala sum Guds orð. Tora vit tað í hesi jaligu tíð, ið setur menniskjað meira og meira í Guds stað. Í hesum sambandi kundi tú kanska spurt teg sjálvan: Nær hevur tú seinast sagt, at nakað er synd? Ella er tað nakað, vit ikki longur mugu siga!

Jú, latum okkum siga ja til tað lív og lívsførslu, ið er viljað av Gudi – eins og vit í vísdómi og kærleika eisini tora at siga nei til syndina. Gloym ei: Hann, ið segði nei til syndina gav sítt lív sum loysigjald fyri teg og meg.

Í tøkk til frelsaran og miskunn hansara eru øll kristin kallað til at liva eitt satt og kærleiksfult lív. Latum okkum í orðum eisini tora at siga til og frá.