Jákup og Maria innstillað í Norðstreymoy
Kirkjuráðini í báðum prestagjøldunum í Norðstreymoy hava nú tikið støðu til umsóknirnar til tey bæði prestaembætini, sum vóru leys at søkja. Tað sigur fólkakirkjan á heimasíðu síni.
Maria Summers við Skipá, gudfrøðingur, er innstillað sum sóknarprestur í Norðstreymoyar vestara prestagjaldi við sæti í Vestmanna.
Jákup Erlingsson Petersen, virkandi sóknarprestur í Eiðis prestagjaldi, er innstillaður sum sóknarprestur í Norðstreymoyar eystara prestagjaldi við sæti í Hvalvík.
Ætlanin er, at tey bæði taka við kallinum 1. september. Ætlanin er, at Maria Summers við Skipá verður prestvígd í Dómkirkjuni 25. august.
Tað eru kirkjuráðini í prestagjaldinum, ið innstilla sóknarprestin. Biskupur er fyrisitingarligur leiðari. Landsstýrismaðurin í kirkjumálum útnevnir sóknarprestin, og dómprósturin skipar prestin í embætið.