Jarðskjálvtin rakar kristin meint í Myanmar
Ein harður jarðskjálvti, styrki 7,7, rakti 28. mars 2025 Myanmar, serliga Sagaing- og Mandalay-økini.
Seinastu tølini vísa, at minst 1.644 fólk eru deyð, og umleið 3.400 eru løstað. Støðan er sera ring fyri kristnu samfeløgini, ið longu vóru fyri stórum trýsti orsakað av hernaðarkvettinum í 2021. Myanmar liggur í løtuni á 13. plássi á listanum hjá Open Doors yvir lond við ringastu trúarforfylgingini.
Open Doors hevur boðað frá, at fleiri kristnar kirkjur og samkomubygningar eru illa skaddir. Millum annað varð ein kristin kirkja í høvuðsstaðnum Naypyidaw skadd, og prestur og diakonar fingu álvarsligar løstur. Eisini í Mandalay og Shan-stati eru kirkjur skaddar, og tað hevur stórar avleiðingar fyri lokalsamfeløgini, har kirkjurnar ofta eru einasta trygga staðið hjá kristnum.
Jarðskjálvtin hevur lagt eina eyka byrðu á tey kristnu, sum longu vóru flýdd undan hernaðinum og í neyð av fátækradømi. Open Doors arbeiðir nú miðvíst fyri at veita hjálp til tey neyðstøddu. Hjálpararbeiðið verður tó nógv darvað av skaddum samskiftislinjum og infrakervi, sum forðar hjálpini at koma fram.
Samstarvsfólk hjá Open Doors siga, at kristnu samfeløgini nú eru í eini tvífaldari kreppu orsakað av hernaði og náttúruvanlukku.
Open Doors heitir tí á kristin kring heimin um at halda fram við forbøn og stuðli, so tey, sum líða í Myanmar, kunnu uppliva Guðs umsorgan og nærveru í hesum truplu tíðum. Tað er stórur tørvur á altjóða samhaldi og hjálp, ið kann geva vón og stuðul til at endurreisa tey kristnu samfeløgini.
Hjálp okkum at hjálpa teimum. Stuðla á 6460-6058169. Viðmerk “Myanmar”.
Kelda: OpenDoors Føroyar
