Jerúsalem, Guds halga stað!

Fyrr í ár vóru harmonikuvinir í Nesvík, har teir spældu fleiri sangir.
Hesar sangir fara vit so við og við at leggja út á Trúboðan.

Jerúsalem, Guds halga stað!
Tann dýrd, ið bíðar teim,
ið syngja skulu hjartans glað
tann dag, tey koma heim!
Á gøtuni – sum skyggið glar,
eg síggi, Jesus, teg;
ei sorg og neyð meg níva har,
nei, dýrdin fyllir meg.

Jerúsalem – í gulli lagt,
hvør metast kann við teg!
og sjálvur hevur Gud mær sagt,
at heim hann væntar meg.
Straks leggi eg mín ferðastav,
tí Jesus sæst í ský.
Mín faðir turkar tárið av,
og gloymt er alt mítt stríð.

Jerúsalem, Jerúsalem!
mítt eyga tekkir teg;
eg eri móður, leingist heim,
har einki møðir meg.
Her kuldi valdar, myrkur svart,
– ein krossleið lívið var.
O, vart tú ei so fjart, so fjart
Jerúsalem frá mær!

Jerúsalem, umsíðir tó
eg náa skal til tín;
tí lambsins blóð so hvítt sum snjó
mær gjørdi brúðarlín.
Eg stígi inn um Sions gátt,
ja, inn í himnabú
og slái fagran hørpuslátt
í gyltum dýrdarskrúð.

LES EISINI  Nú eg ferðist gjøgnum lívið her
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina