Jesus er fyrst og fremst lívsneyðugur​

Javnan hoyra vit fólk siga hvussu góður Jesus er. 
So nevna tey til dømis, at hann hoyrir bønir teirra, sær støðu teirra, hjálpir í neyð og sorg,
at hann kennir tey so væl, at hann hevur talt øll hárini á høvdi teirra, og lovar at fylgja og hjálpa teimum allar dagar.
Øll hesi orð, og mong, mong onnur lýsa hvussu góður Jesus er, og tað er vælsignað.
Ja, Jesus er góður og elskar uttan undantak øll menniskju.

Samstundis er neyðugt at minnast til og játtað: At Jesus, fyrst og fremst er neyðugur, sum frelsari frá synd.
At gerast “Guds lambið, sum bar alla synd heimsins”, at gerast “syndabukkur” tvs. bera og líða fyri syndirnar hjá øðrum, 
var høvuðsuppgáva og endamál hansara her í heimið.
Ja, hann var “hin góði hirðin, sum setti lívið til fyri seyðirnar”og at “blóð hansara reinsar frá allari synd” 

Tí má tann sannleikin um Jesus sigast líka ofta, sum alt hitt hann eisini er og kann – ja, oftari, tí hann er tann neyðugasti.

At Jesus hoyrir bønir, hjálpir í neyð,… er gott og ríkt. 
Men at hann frelsir frá synd og er syndarans rættvísi og skýli fyri tí heilaga og rættvísa Gudi – er lívsneyðugt.
Jesus sveipar tann, sum játtar syndirnar fyri honum, í sínrættvísis búna, sum stendur mát fyri tí heilaga Gudi. 
Tað er náði, og hon er ta mest óskiljandi í kristna lívinum, tí hon er als ikki nakað syndarar hava uppiborði. Tvørturímóti.

Teir sannleikar, sum tann stóri hvíti skarin einaferð skal vitnað og syngja um, skal eisini her og nú eyðkenna 
vitnisburðin og lovsangin hjá frelstum syndarum.

“Og teir sungu nýggjan song og søgdu: Verdur ert tú (Jesus) at taka bókina og lata upp innsigli hennara, tí at tú varðst dripin 
og við blóði tínum keypti tú Guði menniskju av øllum ættargreinum og tungumálum og tjóðum og fólkasløgum,..”
Hjá Gudi finst eingin frelsa, bjarging, náði, miskunn, fyrigeving,.. fyri syndarar, uttan í og við Jesusi.
Tá so tú og eg synda dagliga, so tørvar okkum eisini dagliga at játtað tær og biðja um fyrigeving. 
Hetta er ikki neiðlig áskoðan á mannalívið ella á Gud, men Guds vísdómur og góðska.
Tí er Jesus dagliga lívsneyðugur fyri teg, og tá eigur túsamstundis tað æviga lívið – í honum.

1) Joh.1,29. 

2) Joh.10,11. 

3) 1. Joh.1, 7.  

4) 1. Joh.5,12.

5) Op.5,9.

Neyðugur tú ert mær, Jesus,
til at bøta mína synd;
o, tín uggi mær man tørva
dag um dag við deyðans grind!
Fyri hvørt eitt stig, eg stígi,
tú ert neyðugur hjá mær!
Ert tú við mær, kæri Jesus,
alt útinni eg við tær!          MS.422 ø3.