Jesus og Barabbas
Tú kennir ivaleyst søguna um Jesus og Barabbas. Gev mær kortini loyvið at siga eitt sindur um Barabbas, ein av stórbrotsmonnunum á Jesu døgum.
Barabbas hevði verið við í einum uppreistri í Jerusalem. Undir hesum uppreistri hevði hann framt morð. Fyri síni brotsverk hevði Barabbas fingið deyðadóm.
So kom páskahátíðin. Jesus bleiv handtikin, førdur fram fyri landshøvdingan, Pilatus, og ákærdur fyri tær mest álvarsomu brotsgerðir. Fólksins leiðarar kravdu deyðadóm yvir Jesus.
Pilatus royndi á mangan hátt at sleppa undan, at Jesus bleiv dómfeldur. Millum annað við at brúka nakað, sum var vorðið vanligt millum jødar: Ein fangi varð sleptur leysur undir páskahátíðini.
-Hvønn av hesum báðum vilja tit, at eg skal geva tykkum leysan? Jesus ella Barabbas? Soleiðis spurdi Pilatus.
Hann gjørdist illa við, tá hann hoyrdi fólkið svara: Gev okkum Barabbas leysan!
– Hvat skal eg tá gera við Jesus? Spyr Pilatus. Fólksins dómur var greiður: – Krossfest hann!
Tað gekk eftir fólksins vilja. Jesus varð dømdur. Barabbas latin leysur.
Jesus tók dómin hjá Barabbassi, bar krossin hjá Barabbassi, tók revsingina hjá Barabbassi, og doyði deyðan hjá Barabbassi.
Tann óseki bleiv dømdur. Tann seki slapp leysur.
Jesus er sannur Gud. Men Jesus er eisini satt menniskja. Eitt veruligt menniskja. Av holdi og blóði. Við mannakroppi og menniskjansligum kenslum. Hvat merkir hetta? Hví mátti Guds Sonur gerast menniskja?
Her kann frásøgnin um Barabbas hjálpa okkum:
Jesus bleiv menniskja fyri okkara skuld! Fyri at kunna taka okkara dóm og revsing á seg. Vera okkara staðgongumaður! Soleiðis sum hann var fyri Barabbas.
Kundi Guds Sonur ikki blíva frelsari á annan hátt? Svarið er nei! Jesus mátti blíva menniskja sum vit!
Hoyr bara: Eitt menniskja er glatað uttan Jesus. Deyðadómur er sagdur yvir okkara lív, løn syndarinnar er deyði! Skuldi Jesus kunna verða frelsari, mátti hann gera nakað við hendan dómin. Syrgja fyri, at hann ikki rakti okkum! Tí gekk hann sjálvur inn undir okkara dóm!
Bara eitt menniskja kann doyggja í staðin fyri eitt annað menniskja. Tú kanst ikki krossfesta ein eingil ella ein anda.
“Tí er tað, at hann, tá ið hann kemur í heimin, sigur: “Sláturoffur og gávu vildi tú ikki hava; men eitt likam hevur tú búgvið til mín!” (Hebr 10,5)
Bara eitt menniskja kundi bera krossin, sum Barabbas átti at borið!
Søgan um Barabbas sigur okkum, at Jesus var ósekur. Men tann óseki varð dømdur sekur.
Barabbas var sekur til deyða. Men tann seki slapp undan dóminum. Jesus varð dømdur í hansara stað.
Soleiðis ljóðar evangeliið:
– Jesus var eitt veruligt menniskja!
– Jesus var eitt syndafrítt menniskja!
– Jesus bleiv eitt deyðadømt menniskja!
Hetta er ikki bert søgan um Jesus og Barabbas!
Hetta er søgan um Jesus og teg!
Til umhugsanar
Barabbas bleiv føddur fyri at liva
Jesus bleiv føddur fyri at doyggja
Les við umhugsan: Hebrearabrævið 2,14-17
Eftir Johnn R. Hardang (Noreg) í bókini “Veien” (Sambåndet Forlag 1998)
Hjørleif Poulsen týddi.