Jesus sum samskiftisráðgevi
Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað.
Gud skapti okkum sum sosial menniskju. Vit trívast og mennast ikki í einsemi. Ein nýføðingur kann lættliga doyggja, sjálvt um hann bæði fær vátt og turt. Er ikki onkur, sum tosar við hann og gevur honum uppmerksemi, doyr hann! Samskiftið og sambandið millum okkum menniskju hevur sera stóran týdning fyri okkara trivnað og menning.
Hóast vit hava somu grundleggjandi tørvir, so eru vit tó skapað sera ymisk. Og tí er mangan, at vit traðka við síðuna av, tá vit samskifta við hvør annan. Vit ætla tað so væl, men knappliga er alt farið av kós, og vit standa spyrjandi: Hvat hendi har? Vit kenna ikki inn í hjartans og hugans djúpu røtur hjá hvør øðrum, og tí vita vit ikki altíð, hvussu best er at samskifta og møta hvør øðrum. Men hetta veit Gud, eisini hesum vil hann hjálpa okkum við. Vit kunnu hyggja at, hvussu okkara størsta fyrimynd, Jesus, gjørdi.
Ein dagin møtti Jesus Sakeusi. Bygdarfólkið visti, hvør Sakeus var, og hvussu hann var. Kanska var tað eisini orsøk til, at hann ikki slapp framat Jesusi. Hann var lítil, men fólkið flutti seg ikki, so hann kundi sleppa framat.
Hvussu er hjá okkum? Forða vit nøkrum at koma til Jesus við okkara fordómum? Okkara orðum? Okkara verumáta? Okkara gerðum?
Men tíbetur fann Sakeus upp á ráð. Hann kleiv upp í træið. Og hvat sigur Jesus so, tá hann sær Sakeus? Minnir hann Sakeus á alt tað skeiva, sum hann hevur gjørt? Biður hann fyrst Sakeus biðja um umbering? Møtir Jesus Sakeusi við fordómum og lyftum peikifingri? Nei, tað ger hann ikki. Jesus sigur: “Skunda tær og kom niður, tí eg ætli mær at vitja teg.” Ongin ábreiðsla, bara kærleiki.
Eg hugsi um hesa løtuna, tá eygu teirra møttust. Jesu eygu full av kærleika og miskunn. Tey sóu heilt inn í tað innasta hjá Sakeusi, men tað fekk ikki Sakeus at setast aftur. Hetta má hava verið ein heilt fantastiskt og vælsignað løta! Jesu kærleiksfullu eygu møttu einum syndigum manni og søgdu: Eg vil vitja teg! Fantastiskt!
Hevur tú nakrantíð sett teg niður, ella kanska klovið upp í eitt træ og sæð inn í Jesu kærleiksfullu eygu? So ger tað nú! Blunda og hygg við tínum hjartans eygu inn í Jesu eygu. Tey møta tær beint nú við kærleika, umsorgan og fyrigeving.
Jesus samskiftir við menniskju í kærleika og uttan fordøming.
Eina aðru ferð møtti Jesus einari kvinnu við ein brunn. Eisini hon hevði nógv í viðførinum, sum Jesus kundi átalað. Men tað gjørdi hann ikki. Í staðin vendir hann sær móti kvinnuni og biður hana um hjálp. Hann sær, hvørja styrki kvinnan hevur, og brúkar tað sum inngang til samtaluna. Kvinnan er von at draga vatn upp, so tað dugir hon væl. Hon er á heimavølli. Jesus stígur inn á hennara heimavøll og byrjar samtaluna við at spyrja hana um vatn.
Av tí at Jesus byrjar samtaluna rætt, er kvinnan áhugað í tí, sum Jesus sigur, og vit vita jú, hvørjum tað endaði við.
Kvinnan rennur inn í bygdina og biður øll koma at møta Jesusi. Hon, sum annars krógvaði seg fyri teimum, rennur nú við frímóði móti teimum og ynskir tað sama fyri tey, sum hon hevur upplivað. At vera loyst frá tí, sum bant hana. Stutta løtu aftaná at hon hevur møtt Jesusi, gerst hon ein trúboðari!
Jesus møtti eisini mongum øðrum menniskjum. Ránsmanninum á krossinum, ivandi Tummasi, Levi við tollbúðina, syrgjandi Mariu, smábørnunum og mongum, mongum øðrum.
Í dag sendir hann okkum at møta hvør øðrum. Mátti hansara verumáti og hansara samskifti lært okkum at samskift við hvør annan.
“So íklæðist tá eins og Guds útvaldu, heilagu og elskaðu, hjartaliga miskunn, góðvild, eyðmýkt, spaklyndi, langmóð, so at tit umbera hvør annan og fyrigeva hvør øðrum”. (Kolossubrævið 3,12-13a)