Joan greiðir frá Logos Hope í Miðvági

Á møtinum í missiónshúsinum í Miðvági sunnukvøldið klokkan 18 greiðir Joan Johannesen frá ferð síni við trúboðaraskipinum Logos Hope í vetur. Um mánaðarskiftið oktober-november fór Joan, ið er úr Miðvági, til Brasilia, har Logos Hope lá. Hon var við í sokallaða STEP-programminum í hálvan triðja mánað.

Undir møtinum sunnukvøldið verður eisini greitt frá virkseminum hjá Logos Hope. Fyri føroyingar er tað ikki minst viðkomandi, nú skipið kemur á vitjan í Føroyum í juli í ár.

Drekka verður eftir møtið, og øll eru hjartaliga vælkomin.

Logos Hope, fyrrverandi Norrøna

LES EISINI  Logos Hope bar við eitt annað skip – eingin fólkaskaði
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina