Joan við Logos Hope næstu mánaðirnar

OM Føroyar skrivar á heimasíðu síni, at Joan Silvia Johannesen úr Miðvági í síðstu viku fór alla ta longu leið úr Vágum til Brasilia, tí hon skal vera við Logos Hope í hálvan triðja mánað.

Joan skal vera við í sokallaða STEP-programminum umborð. Hetta er ein skipað stutttíðartænasta, har luttakararnir eru við í gerandisdegnum á Logos Hope í tveir-tríggjar mánaðir. STEP’arar fáa fastar arbeiðsuppgávur umborð, til dømis reingerð ella í køkinum. STEP-tíðin er eisini ein lærutíð, har tíð verður brúkt til at lesa í Bíbliuni, til lovsong og til bøn.

Joan fór umborð á Logos Hope í Salvador í Brasilia. Hon kom væl fram og trívist longu væl umborð. Hon greiðir frá, at tey hava verið við til eitt bønarmøti í eini kirkju í Salvador, og hóast møtið var á portugisiskum, kendi hon, at Guds nærvera var til staðar. Hon verður við Logos Hope, tá skipið vitjar havnir í Brasilia, Guyana og Trinidad & Tobago. Hetta er síðsta STEP-programmið í ár, og tað endar mitt í januar.

LES EISINI  OM hevur aðalfund í kvøld

Tað eru fleiri møguleikar, um ein vil tæna umborð á Logos Hope. STEP-programmini halda fram alt næsta ár. Tørvur er eisini á útbúnum fólki, so sum maskinmonnum, elektrikarum, sjúkrarøktarfrøðingum, kokkum og øðrum. So tað er ríkiligt høvi at tæna Gudi við sínum fakligu førleikum umborð á Logos Hope. Les meira her. Áhugað kunnu venda sær til OM á info.fo@om.org

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina