Jóannis Fonsdal fer at undirvísa á bíbliuskeiðinum 25. – 28. august

Á árliga bíbliuskeiðinum hjá Kirkjuligu Heimamissiónini, sum verður í Leguhúsinum í Nesvík síðsta vikuskiftið í august, fer sóknarpresturin við Emdrup kirkju í Keypmannahavn, Jóannis Fonsdal, sum er ættaður av Skála, at undirvísa.

Høvuðsyvirskriftin verður: “Avbjóðingar úr Jákupsbrævinum”. Evnini, sum undirvíst verður í, eru sera viðkomandi fyri kristin – eisini í dag. 
Harafturat verða fýra ymiskir áhugatímar seinnapartin leygardagin, og luttakararnir kunnu velja tveir teirra, tí tímarnir verða tvær ferðir. 

Skráin við neyðugum upplýsningum verður send út seinni í hesum mánaðinum.

Vælkomin á bíbliuskeið í 25. – 28. august. Dagar saman við Guds orði og Guds fólki. 
Setið longu nú dagarnar av😊

LES EISINI  Skráin fyri Bíbliuskeiðið í Nesvík 26. til 29. august 2021
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina