Jóannis Fonsdal: Sælur er tann maður, sum heldur út í freisting
Í hesum øðrum av fimm bíbliutímum á Bíbliuskeiðnum 2022 er Jóannis Fonsdal inni á, at Gud roynir okkum fyri at menna trúgv okkara á hann og viðurskifti okkara við hann, men hann freistar okkum ikki. Tað er hvørki Gud ella Djevulin, men girndin í okkum sjálvum, sum hevur skyldina av freistingunum, men sum eitt endurføtt menniskja kunnu vit vinna á freistingum. Falla vit, ræður um ikki at verða liggjandi, men koma til krossin og fáa fyrigeving.
Heitið á Bíbliuskeiðnum var “Avbjóðingar úr Jákupsbrævinum”
Jóannis Fonsdal er sóknarprestur í Emdrup Kirkju