Jóhannes og Kristiana í Glyvra Missiónshúsið sunnudagin
– Tað hevur verið ein rík og greinsubrótandi tíð í Tansania. Nógvar hava avbjóðingarnar verið, men Gud hevur verið okkara gleði og styrki, og er tað enn, sigur Jóhannes Finnson. Kristiana og Jóhannes Finnsson gleða seg til at fortelja frá upplivingum úr gerandisdegnum og tænastuni í Tansania seinastu 4 árini. Sunnudagin, 3.okt, kl. 17:00 verður seinasta framløgan í hesum umfarinum, í Glyvra missións- og ungdómshúsi.
Í Dar es Salaam undirvísti Jóhannes á einum altjóða skúla, og Kristiana á verkhúsi fyri fólk ið bera brek. Gjøgnum søgur, myndir, og tónleik vilja tey geva fólki í Føroyum innlit í teirra upplivingar. “Gud hevur verið trúfastur. Tað hevur verið ein ómetaliga stór gleði fyri okkum, at ganga fram eftir Guds lyftum og at vera vitni til at menniskjulív verða broytt. Eisini eru vit sjálvi broytt ígjøgnum seinastu árini.”
“Tað ið vit bera fram kann heilt víst vera til uppbyggingar og endurnýggjan fyri fólk her í Føroyum. Okkara royndir eru, at tá ið vit dvølja við tann tørv ið er uttanfyri okkara egnu rammur, og geva fólki ans ið eru í heilt øðrum umstøðum en vit sjálvi, so dregur tað okkum nærri Jesusi Kristusi.” sigur Jóhannes, og leggur afturat, at slík lyftir hava vit eisini í skriftini, t.d. í Jákupsbrævinum 4, 8a “Haldið tykkum nær at Gudi, so skal hann halda seg nær at tykkum
Til ber at hoyra longri samrøðu, sum Trúboðin gjørdi við Jóhannes HER