Johnn Hardang: Ófrelst menniskju eru bert ”eina bøn frá at vera frelst”

Í apríl vitjaði norski prædikumaðurin og redaktørurin Johnn Hardang í Føroyum. Í dag kemur triðja og seinasta talan, sum Johnn hevði í Leirvíkar Missiónshúsi. Í taluni syngur Johnn Hardang eisini sangin ”Gud vil ikke miste en eneste en”. Og tað er júst grundarlagið fyri allan boðskapin hjá honum: Gud elskar menniskju, og vil ikki missa ein einasta ein. Ongin er meira enn eina bøn burtur frá Gudi. Talan tekur støði í Opinberingini 1:9-13:

Eg, Jóhannes, bróðir tykkara og felagi í trongdini og kongaríkinum og tolmóðini í Jesusi, var á oynni, sum eitur Patmos, fyri Guðs orðs og Jesu vitnisburðar sakir. v10 Eg varð burtur ryktur í andanum Harrans dag, og eg hoyrdi aftan fyri meg hart mál, sum var tað frá einum lúðri, v11 sum segði: «Tað, sum tú sært, skriva tað í bók og send tað hinum sjey kirkjuliðunum, til Efesus, og til Smýrnu, og til Pergamos, og til Týatíru, og til Sardes, og til Filadelfiu og til Laodikeu. v12 Og eg vendi mær við til at síggja, hvat tað var fyri mál, sum talaði við meg; og tá ið eg vendi mær við, sá eg sjey gullljósastakar, v13 og millum ljósastakanna einhvønn, líkan einum menniskjusyni, klæddan í fótsíðum kyrtli og spentan við gullbelti um bringuna;

LES EISINI  Áttandihvør kristni í heiminum verður forfylgdur fyri sína trúgv
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina