Jólaborðhaldið fyri hjún: Tilmeldingarskipanin kláraði ikki trýstið

Seinasta fríggjakvøld klokkan 18 lat tekningin upp til árliga jólaborðhaldið fyri hjún, sum Eindin (familjuarbeiðið hjá Kirkjuligu Heimamissiónini) skipar fyri á Hotel Føroyum 22. november. Hetta tiltak er serstakliga væl umtókt og verður vanliga fullteknað sama kvøld. Hesaferð var undirtøkan tó so stór, at alt var útselt eftir minni enn einum korteri, og tilmeldingarskipanin smokkaði saman.

Tilmeldingarskipanin á mission.fo er partur av tilmelding.fo, og har siga tey, at hetta er fyrstu ferð, at tað hendir. Tey hava ikki roynt áður, at eitt tiltak verður útselt so skjótt. Tilmelding.fo arbeiðir nú við at loysa trupuleikan.

Erla Mortensen, samskipari, og landstoymið fyri barna- og familjuarbeiðið settu seg í skundi saman um vikuskiftið fyri at fáa yvirlit yvir støðuna og gera av, hvat best var at gera. Tey eru bæði ovfarin, glað og takksom fyri, at undirtøkan fyri tiltakinum er so stór, men tey biðja samstundis fólk halda teimum til góðar, at tilmeldingin bleiv, sum hon bleiv. Eisini gera tey vart við kunningina niðanfyri:

LES EISINI  Familjulegan er fullteknað

Hvat so nú?

  • Øll, sum eru teknað til jólaborðhaldið, fáa ein teldupost sendandi frá Eindini í dag um, at tey eru teknað. Hesi nýtast tí sjálvandi ikki at skriva seg á bíðilista.
  • Øll, sum hava feilir í síni tilmelding (eitt nú at fólk eru teknað tvær ferðir), fáa eisini boð í dag.
  • Gevið gætur: Skuldi tað hent, at onkur hevur fingið eina kvittan um tilmelding, men ikki fær teldupost frá Eindini um, at tilmeldingin er móttikin, so er sera týdningamikið at boða Eindini frá (erla@mission.fo)!
  • Telduposturin frá Eindini verður sendur til tann teldupostin, ið varð skrásettur í samband við tilmeldingina. Tí er umráðandi at kanna eftir í síni teldupostskipan! Gev gætur, at slíkir teldupostar viðhvørt enda í kurvini til “junk” ella “spam”!

Annars verður ein bíðilisti til tiltakið latin upp í annaðkvøld, týskvøldið 22. oktober, klokkan 20. Bíðilistin hevur sjálvandi eisini avmarkað pláss.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina