Jólapakkar til sjófólkið

Í hesum døgum ber sjómanstrúboðarin, Torleif Johannesen, jólapakkar umborð á skip. Pakkarnir koma frá sjómanskvinnuringunum kring landið og øðrum, sum vilja gleða okkara sjófólk.

– Tey, sum lata jólapakkar, eru vælkomin at skriva navn og bústað, so at sjómenninir fáa høvi at senda eina tøkk. Eg veit, at tað vilja teir fegnir, sigur Torleif.
Pakkarnir kunnu latast inn til fyrst í desember á hesum støðum: Føroya Fiskimannafelag á Bryggjubakka í Havn, Klaksvíkar Sjómansheim, Blái Krossur Føroya í Runavík og Leguhúsið í Nesvík.