Jólavón í einari syndraðari verð 

Carsten Fonsdal Mikkelsen

Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað.

Vit eru í ársins myrku tíð. Eru vit kanska í einum myrkum tíðarskeiði í heimssøguni? Í hvussu er eru nógv fólk, sum í hesum døgum kenna okkurt slag av ótryggleika. Og úr mínum sjónarhorni er tað einki løgi. Og tó… men latið okkum byrja við trupulleikunum. Og í meðan vit hugsa eitt sindur um teir, kunnu vit gleða okkum um, at loysnin er nærri enn vit halda. 

Ein verð í syndring 

Kríggj í Ukraina og miðeystri og hóttanir við atomvápnum eru við á samlaðu myndini. Um meira friður var í nærumhvørvinum, hevði alt hetta kanska ikki havt so stóra ávirkan á okkum. Men syndringin, vit síggja í heiminum í dag, er ikki bara ímillum ymisk fólkasløg. Nei, nógvu meiningarnar, ið skilja okkum í smáar bólkar, seta djúpar rivur í land okkara. Alt ov nógvum dáma best at avbyrgja seg saman við øðrum, ið eru eins og tey. 

Tað eru nógvar orsøkir til hetta. Ein av teimum týdingarmestu er, at flestu talgildu miðlar læra okkum hetta. Um vit tosa um kagan hjá Google ella sosialar miðlar, so er alt skipað soleiðis, at vit síggja fólk, sum líkjast okkum og meiningar, sum líkjast okkara. Á henda hátt fáa vit, so at siga uttan at vit vita av tí “skyklappar”, sum gera at vit ikki síggja heimin rundan um okkum. Vit finna ikki út av, hví summi hugsa øðrvísi enn vit. Og vit læra slett ikki at virða fólk, sum hava eitt annað sjónarmið enn okkara. 

Samstundis verður einstaklingurin settur omanfyri felagsskapin. Vit liva í einari tíð, har nógv fokusera upp á seg sjálv – upp á at finna sína egnu leið, sín egna sannleika. Hetta ljóðar kanska sum eitt gott hugskot, men tað kann gera tað trupult at verða ein partur av nøkrum størri. Tá ið vit øll velja hvør sína leið, kann tað kennast sum vit flyta okkum longur burt frá hvørjum øðrum. Kanska upplivir tú hetta í gerandisdegnum: vit eru kvik at siga okkara meining, men sein at lurta. Vit verja okkara egna, men gloyma viðhvørt at lata upp fyri øðrum. 

LES EISINI  Kreativt: Ger einglar saman við Hertu

Hesin hugsanarhátturin er tengdur at einum, vit nevna relativismu. Relativisma merkir, at øll hava sín egna sannleika. Sagt verður: “tað, sum er satt fyri teg, nýtist ikki at vera satt fyri meg.” Hetta ljóðar kanska tolsamt, men hetta kann gera tað trupult at finna felags virðir og svar uppá lívsins stóru spurningar. Um alt er eins satt, hvussu vita vit so, hvat veruliga hevur týdning? Hvussu finna vit so eina felags leið at ganga á? 

Tá ið vit ikki hava ein felags sannleika, verður tað eisini trupult at koma til felags moral. Og uttan felags moral er heldur ikki semja um lógina. Hetta gjørdist sjónligt, tá kjakast bleiv um fosturtøkulógina fyrr í ár. 

Tað er farið so langt nú at individualisman og relativisman eru komnar í hóslag við eina nýggja “ismu”. Á enskum eitur hon “Safetyism”. Eg kann viðmæla at lesa bókina The Coddling of the American Mind, har granskararnir Haidt og Lukianoff av New York University greiða frá hesi nýggju ismuni, teir hava funnið. Í stuttum kann sigast um hana at, av tí at vit eru sjálvglað og ikki kenna nakað slag av sannleika, eru vit blivin so skroypilig, at vit halda, at vit persónliga fáa skaða, tá ið vit møta meiningum, sum eru øðrvísi enn okkara egnu. Teir meta, at tað er tí ung lesandi halda tað vera í lagi at nýta harðskap ímóti øðrum fólkum. Hesi ungu síggja tað sum bæði neyðug og lóglig sjálvverja, tá ið lopið verður á fólk, sum tosa ímóti teirra meiningum. Tí at um mann ikki fær tey, sum hava aðrar meiningar, at tiga, fer mann at fáa persónligan skaða av tí. 

LES EISINI  Bókahandilin hevur fingið nýtt búmerki.

Men trupulleikin er, at tað kann gera okkum enn skroypiligari, tá ið vit verja okkum ímóti fremmandum hugsanum, hugskotum og fólkum. Tá ið vit ikki tora at møta sannleikanum, kann tað enda við, at vit missa nakað týdningarmikið: felagsskapin, evnini at veksa saman við øðrum og tryggleikan og trygdina, vit einaferð høvdu av at vera partur av nøkrum størri… 

Eitt ljós í myrkrinum 

Men nú eru altso jól, og mitt í myrkrinum verða vit tikin á bóli av einum einglakóri, sum syngur um frið til fólkið og Guds góða tokka. Hetta er ikki bara ein hugnalig søga um eitt lítið barn í einari krubbu. Hetta er ein boðskapur um frið og vón, sum er ætlaður okkum øllum somlum. Hann er um, at Gud ikki bíðaði við at koma til okkum, fyrr enn vit høvdu fingið skil á lívinum hjá okkum. Rebecca Manley Pippert skrivar í bókini Stay Salt: “Gleðiboðskapurin minnir okkum á, at Gud í sínum kærleika og miskunn leitaði eftir okkum. Hann bíðaði ikki eftir, at vit fingu tikið okkum saman. Hann kom eftir okkum, ímeðan vit vóru vilst, hóast vit ikki vistu av tí.” (Location 312). 

Gud kom til okkum í okkara veikleika og ruðuleika, tí kærleiki hansara ikki er bundin av tí, vit megna. Tað er ein kærleiki, sum røkkur út um tíð, stað og mentan. Og tað er ein greið andsøgn til tann heimin, vit liva í, har nógv leita eftir friði og meining í sjálvrealisering og nalvaskoðan. Sum Pippert eisini sigur: “Mentanin í dag sigur, at vit kunnu fáa innara friðin við at góðtaka okkum sjálv og innara frælsi við at finna út av, hvørji vit veruliga eru. Men bíblian sigur, at mannahjartað er svikafult og hevur tørv á at verða broytt.” (Location 1023). 

LES EISINI  So hendi tað aftur

Jólaboðskapurin bjóðar okkum nakað, tann tíðin, vit liva í, hevur alstóran tørv á: frið og vón. Ikki ein innantóman frið, sum bara handlar um at sleppa undan tvístøðum, ella ein vón, sum er bygd á at trúgva upp á seg sjálvan. Nei, jólaboðskapurin peikar á ein djypri frið –  ein frið, sum endurreisir okkara samband við Gud og hvønn annan. Kristus lærir okkum at møta teimum, vit ikki eru samd við. Hann visti væl, at hann fór at fáa mótstøðu, tá ið hann kom á jørðina. Men hann setti samfelagið við okkum hægri enn seg sjálvan. Og hann gav okkum boð, um at seta onnur eins høgt og okkum sjálv. 

Men tað krevur, at vit venja okkum við at fevna menniskju, sum ikki eru eins og vit. Vit skulu gevast við at síggja okkum sjálv sum skroypilig menniskju, sum ikki tola at fáa orð ímóti okkum. Og tað kunnu vit trygt gera, tí at sum Paulus segði: Hvat kann skilja okkum frá kærleika Krists? Einki!!! 

Í dag tá ið individualisma og relativisma draga okkum burtur frá hvørjum øðrum, og safetyisma ger okkum skroypilig, bjóðar jólaevangeliið eina aðra leið. Tað bjóðar okkum av at finna frið og styrki í Guds veruleika, í staðin fyri at vit sjálv royna at skapa tað. Hetta minnir okkum á, at vit ikki fáa veruligan frið av at sleppa okkum undan óbehagiligum sannleikum ella av at krógva okkum í okkara egnu smáu bólkum. Vit fáa veruligan frið, tá ið vit tora at leggja okkum í hendurnar á tí ljósi, sum skínur í myrkrinum, og sum myrkrið ikki kann vinna á. 

Við ynskjum um eina gleðiliga adventstíð 

Carsten Fonsdal Mikkelsen
Trúboðari

Rósalind Olsen umsetti

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina