Jonhard innstillaður til sóknarprest í Eiðis prestagjaldi

Á felags fundi í dag innstillaðu kirkjuráðini í Eiðis prestagjaldi Jonhard Jógvansson, ið er ættaður úr Saltangará, til embætið sum komandi sóknarprestur teirra, skrivar fólkakirkjan á heimasíðu síni í kvøld.

Komandi sóknarpresturin tekur ætlandi við embætinum 1. juli 2019, og tað er landsstýrismaðurin í kirkjumálum, ið útnevnir sóknarprestin. Tveir umsøkjarar vóru til embætið.