Jónsvein Mikkelsen heiðraður

Sunnumorgunin 27. mars var hátíðargudstænasta í Fríðrikskirkjuni á Toftum, í samband við, at organisturin gjøgnum meiri enn fimmti ár, Jónsvein Mikkelsen, fekk tjenestemedalje frá drotningini. Tað var ein hátíðarløta, sum byrjaði við morgunmati í kirkjukjallaranum kl.10. Klokkan 11. ringdi klokkan fólkið saman og uppmøtingin var góð.

Jónsvein Beck prestur læs epistulin og evangeliið, Ovi Brim prædikaði og Jógvan Fríðriksson, bispur lýsti signingina og Kirkjukórið sang tveir sangir. Eftir prædikuna fekk Jónsvein eina heilsan frá bispi, sum eisini heilsaði frá drotningini, og fekk síðani medaljuna hongda á bringuna. Jónsvein segði nøkur orð um tænastuna og takkaði fyri innstillingina.

Sí grein um Jónsvein Mikkelsen við at trýsta á leinkju í neðra.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina