Jørgen verður trúboðari millum túrar

Undir stórmøtinum í høllini á Hálsi í gjárskvøldið hevði Símun P. Jacobsen, formaður í Kirkjuligu Heimamissiónini, stór tíðindi at fortelja. Næstu mánaðirnar byrja nevniliga tríggir persónar ætlandi í starvi sum trúboðarar. Carsten Fonsdal Mikkelsen verður trúboðari fulla tíð frá ársskiftinum. Ólavur Jacobsen heldur fram sum trúboðari út frá Ørkini í Reykjavík hálva tíð og verður frá nýggjárinum trúboðari í Føroyum hálva tíð , serliga í Norðstreymoy. Tann triði er Jørgen F. Andreasen úr Leirvík, sum hálvan mai næsta ár byrjar í hálvtíðarstarvi sum trúboðari hjá Heimamissiónini.

Jørgen siglir við Mærsk, og ætlanin er, at hann er trúboðari, tá hann er heima millum túrar. Hann hevur sjálvur bjóðað seg fram til hesa óløntu tænastuna. Hoyr hann her greiða frá, hví hann hevur bjóðað seg fram, og hvat hann skal fáast við.

LES EISINI  Stýrisformaðurin: Tað hevur líkasum manglað ein føroysk rødd á Ørkini
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina