Kanada: Kristin hjálpa lastbilaførarum í stríðnum móti koppsetingartvingsli

Um allan heim hava kristin seinastu tvey árini strítt við at fáa skil á, hvussu javnvágin skal vera millum øðrumegin at varðveita grundleggjandi mannarættindi og hinvegin hvussu berast skal at mótvegis týðiligu avleiðingunum av farsóttini. Soleiðis er støðan framvegis í Kanada, har vit í hesum døgum síggja eitt heilt nýtt samband millum kirkjusamfeløg og lastbilaførarar. 

Bilførarnir mótmæla kravdu koppsetingini. Teir hava tí stongt tvær av høvuðsleiðunum tvørtur um markið við at seta lastbilarnar tvørtur um vegirnar. Um somu tíð skipaðu teir fyri einari innsavnan á GoFundMe.com, har tað eydnaðist at samla góðar 10 milliónir kanadiskar dollarar inn upp á eina góða viku. Men GoFundMe valdi at steðga innsavningini við tí grundgeving, at hon fór út um treytir teirra í tænastuviðtøkunum og endurrindaðu sostatt allan peningin til gevararnar. 

Staðin fyri tók kristiliga innsavningarsíðan GiveSendGo.com um endan. Tað er eitt crowdfunding-site fyri kristin, ið útvega pening til ávís tiltøk. Upp á eina viku fingu tey savnað 6 milliónir dollarar til stríðið hjá lastbilaførarunum. 

Freedom Convoy, ið er heitið á herferðini hjá lastbilaførarunum, hava nú eina síðu á GiveSendGo.com. Síðan týsdag hevur herferðin rundað meir enn 6 miliónir dollarar. Mong kristin hava samstundis stuðlað førarunum. Millum annað Pastor James Coates fra GraceLife Church nærindis Edmonton, Alberta. Hann varð handtikin og hildin aftur handan rimar í januar 2021 fyri at halda kirkju sína opna og ikki at krevja munnbind, sosiala frástøðu ella at vilja áseta mark fyri, hvussu nógv kundu taka lut í eini gudstænastu. Í einum Instagram-live-uppslagi, saman við konu síni, Erin, segði hann: “Tað, ið júst nú fer fram í Kanada, endurreisir mína vón til hetta land, og eg frøðist um, at lastbilaførarnir hava tikið ta støðu, teir hava.” 

Nakrir prestar hava enntá valt at geva seg í part við lastbilafylgið. Ein teirra er Sheldon Andreas. Í eini samrøðu frá bilførarahúsinum á lastbili sínum við Tucker Carlson frá Fox News segði hann, at hann ikki stúrdi fyri møguligu avleiðingunum: “Nøkur av vinfólki mínum eru handtikin fyri at vera hyrðar fyri samkomur sínar. Vit eru fult til reiðar at seta meir trýst á fyri at vinna størri sóma.” 

Kristin hava somuleiðis eisini lutað mat út og skrivað seðlar fyri at stuðla lastbilaførarunum. Skúlin í Reaume’s Trinity Bible Chapel og kirkjur um alt Kanada hava somuleiðis sagt, at tey biðja fyri mótmælisfólkunum. Ein Reaume vinur fór til Ottawa at prædika fyri lastbilafylginum. 

Í einum stuttum orðaskifti í Kanadiska undirhúsinum mánakvøldið ákærdi kanadiski forsætisráðharrin, Justin Trudeau mótmælisfólkini fyri at royna at koyra landsins fólkaræði av sporinum. Hann segði, at føderala stjórnin fór at geva býnum Ottawa allan tann neyðuga stuðul til at gera enda á mótmælunum.