Kann Gud fyrigeva sjálvmorð?

Carsten Fonsdal Mikkelsen

Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað.

Ja, hetta er ein spurningur, ið verður nógv umrøddur á sosialu miðlunum í hesum døgum. TV2 sendingin, “Druknet”, ið varð sýnd í Kringvarpinum herfyri varpaði ljós á ein tilburð, ið fór fram í Hvannasundi í 2012, tá 16 ára gomul genta varð funnin deyð.

Áðrenn tú lesur hesa grein, lova tá tær sjálvum, at um tú ella onkur tú kennir umhugsa sjálvmorð, so set teg í samband við myndugleikan, har tú býrt og bið um hjálp. Lívið hevur stórt virði, og Gud setti teg her í tíðina, vit liva í nú og á hesum stað og í hesum umstøðum við eini ætlan, sum møguliga bert Gud kennir.

Fyri tað næsta skalt tú vita, at tað als ikki er nøkur skomm at stríðast og at ganga við sjálvmorðstonkum. Hóast tað altíð er onkur, ið sær niður á menniskju, ið stríðast við sjálvmorð ella eitthvørt annað, so eiga vit ikki at lata hetta forða okkum at leita upp hjálp og luta okkara trupulleikar við onnur.

Gud kennir okkum. Hann veit, hvat vit stríðast við, og Hann ynskir, vit venda okkum til Hansara um hjálp.

Ein sjónvarpssending herfyri um eitt vanlukkuligt mál frá Hvannasundi skapti røring millum kristin, tá ein í sendingini helt upp á, at tað, at familjan hevði ein serligan tørv at finna og fáa dømdan ein mann fyri dráp, skuldi síggjast í ljósinum av tí ”sannroynd”, at deyð ikki kunnu verða frelst, um tey hava framt sjálvmorð. 

Lat tað verða sagt alt fyri eitt, at henda útsøgn stendur 100% fyri hansara egnu rokning. Hugsast kunnu til nógvar aðrar orsøkir at søkja eftir svari – og rættvísi – í slíkum máli. Men samlað sæð hevur útsøgnin hjá viðkomandi í sendingini verið atvoldin til rok. Tí hvussu hevur hann fingið ta fatan, at fyrigeving ikki er fyri tann, ið fremur sjálvmorð? Mong, ið taka lut í hesum kjaki siga seg aldri hava hoyrt slíkt uppáhald, hóast tey siga seg hava hoyrt Guds orð boðað í ymiskum kirkjuligum samanhangum alt frá barni av.

Hvaðan stavar henda hugsan?

Flestøll munnu vera samd um, at sjálvmorð sambært Bíbliuni er ein synd, tí gerðin hevur við sær eitt brot á boðið um ikki at sláa í hel. Harumframt veldur tú øðrum sera stóra sorg og pínu. Hetta er ivaleyst synd í Bíbilskum høpi. Men gjøgnum skiftandi tíðir hava vit kjakast um, hvørt fyrigeving er fyri sjálvmorð. Trupulleikin, nøkur vísa á, er, at tú jú ikki kanst játta syndir tínar og leita tær fyrigeving hjá Gudi og menniskjum, um tú ert deyður.

Og við fyrsta eygnakasti á Bíbilsku tekstirnar, so skilur tú hesar orðingar. Vit mugu játta og angra syndir okkara fyri at verða frelst. Avbjóðingin, onnur vísa á, er, at um vit fylgja hesi hugsan til enda, so eru neyvan mong, ið verða frelst yvirhøvur, uttan so, at síðsti gerningur okkara á hesi jørð var at biðja til Guds um fyrigeving. Hvat vit honum, ið koyrdi útav við 120 km/t? Ella hvat við henni, ið datt av rossinum meðan hon reið og hugsaði ljótt um eina vinkonu? Hvussu eru tey betur stillað í mun til tann, ið tók sítt egna lív?

At liva í náðini 

Um frelsan er treytað av, um eg júst náddi at siga orsaka, áðrenn eg doyði, so er glatan mest sannlík. Men nú er frelsa mín ikki bundin at mær og hvat et megni. Heiðurin fyri mína frelsu kann eg eina og aleina geva Kristusi. Og her er mín frelsuvón.

Tá vit taka ímóti Kristusi og verða endurfødd til eitt nýtt lív saman við honum, so fáa vit samstundis givið eitt nýtt heim í Náðinnar Ríki og hoyra ikki longur til henda heim, men eru børn Guds og heimahoyrandi hjá honum. Í 6. kapitli í Rómverjabrævinum læra vit, at vit sum Guds børn eru deyð fyri syndini og livandi fyri Gudi, ella sum Paulus seinni skrivar til samkomuna í Kolossi: “… hann sum bjargaði okkum út úr valdi myrkursins og flutti okkum inn í ríki elskaða sonar síns, sum vit hava endurloysingina í, fyrigeving syndanna.“ Kol 1:13-14

Tann, ið hevur tikið ímóti tilboðnum um ríkisborgararætt í ríki elskaða syni Guds, er loystur í Kristi. Hetta hvílur eina og aleina á, at Kristus er deyður og staðin upp frá deyðum og als ikki á meg og á egnan gerning. Men tað er eisini ein støða, vit liva í. Vit eru ikki bert frelst fyrstu minuttirnar eftir at hava biðið um fyrigeving. Hóast vit enn eru sek í syndigum gerðum, so er hvør einasti borgari í ríki elskaða syni Guds umfataður av fullgjørda verki Kristusar á krossinum.
Tann kærleiki, Kristus hevur til okkum og sum kom til sjóndar við, at hann tók okkara synd á seg og setti okkum í frælsi fevnir um alt lív okkara: Syndirnar í fortíð, nútíð og framtíð eru goldnar, og sjálvt ikki deyðin kann skilja okkum frá kærleika himmalska Faðirs okkara:

Tí at eg eri fullvísur í tí, at hvørki deyði ella lív, hvørki einglar ella harradømi, hvørki tað, sum nú er, ella tað, sum koma skal, ella kreftur, hvørki hædd ella dýpd ella nakar annar skapningur skal kunna skilja okkum frá kærleika Guðs í Kristi Jesusi, harra okkara.
Rom 8:38-39

Avgerandi spurningurin

Tað sum er avgerandi fyri frelsu sál tína er sostatt ikki, hvør síðsti gerningur tín á hesi jørð var. Avgerandi spurningurin, ein og hvør má seta sær sjálvum, er: Hvar hoyri eg heima? Havi eg tikið ímóti Kristusi og tískil fingið ríkisborgararætt í ríki Guds, ella havi eg heim mítt her í hesum heimi?

Mong kenna til Jesus og síggja hann kanska enntá sum ein vin, vit vitja av og á, men halda annars fast um at varðveita sín ríkisrætt í hesum heimi. Fyri slík gerst deyðin, hvussu hann annars berst á, ein ævigur vegur til glatan. Men tey, ið tóku ímóti Kristi og hoyra heima í Ríki Náðinnar eru fevnd av fyrigeving og kærleika í deyðans  tíma.

Sostatt kann eitthvørt Guds barn síggja við vón móti ævinleikanum. Og tey, ið sita eftir sjálvmorðsoffrum eru eins gott ella vánaligt stillað, sum øll onnur, ið sita eftir: Dómurin hoyrir Gudi til, og bert Hann veit við vissu, hvør var barn hansara og hvør ikki var. Men rokna vit ein deyðan at hava livað í Ríki Náðinnar, so mugu vit eisini rokna tann deyða fyri fevnd av náði Kristusar. Tað kann “hvørki deyði ella lív, hvørki einglar ella harradømi, hvørki tað, sum nú er, ella tað, sum koma skal,” broyta upp á.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina