Katrin hevur verið á bíbliuskúla í Albania

Katrin Bertholdsen úr Klaksvík fortelur um sín túr í Albania

3. januar 2020 byrjaði mín ferð til Albania, og tvær vikur áðrenn hetta, hevði eg ikki tikið ta endaligu avgerðina, um eg skuldi fara ella ikki, so tað bleiv til ein sera spontan avgerð. Hetta er ein avgerð, sum eg avgjørt eri takksom fyri, at eg tók.

“Crossroads – Torchbearers” er ein bíbliuskúli, sum er í Albania og liggur í eini lítlari bygd, sum eitur Ersekë. Torchbearers hevur eisini skúlar í: Eysturríki, Onglandi, Frankaríki, Týsklandi, Grikkalandi, Romenia, Spania, Svøríki, Sveis, Canada, Amerika, Costa Rica, India, Indonesia, Phillipinunum, Japan, Malaysia, Australia og New Zealandi. Hesin bíbliuskúlin er í 6 mánaðar, men tú kanst velja at antin vera tríggjar teir fyrstu mánaðarnar, sum eru frá september til december, ella tríggjar teir síðstu mánaðarnar, sum eru frá januar til mars. Man kundi eisini velja at vera allar 6 mánaðarnar. Eg valdi at vera frá januar til mars, so tað var seinna lestrarhálva. Á hesum skúlunum eru tað ymiskir aldursbólkar. Meðan eg var á skúlanum var aldurin frá 17 ár til 27 ár, so har var eingin ávísur aldursbólkur.

LES EISINI  Trúpoddurin 14: “Tú skalt elska næsta tín sum sjálvan teg”

Í hesum mánaðunum, eg var har, fekk eg loyvi at uppliva nógv ymiskt. Bíbliuskúlin er mest ein vanligur skúli, har man hvørja viku hevði ymisk evni úr bíbliuni, og eisini var tað ein nýggjur lærari hvørja viku, so vit sluppu veruliga at granska bíbliuna. Afturat hesum fingu vit eisini loyvi at uppliva mentanina í Albania, tá vit vóru send heim til ymiskar familjur, har vit síðani skuldu búgva í fýra dagar, og tað var eisini nakað heilt serligt. Eisini høvdu vit eina “mission week” har vit í bólkum vóru send til ymiskar býir at hjálpa til í kirkjum – so á tann hátt sóu vit, hvussu nógv arbeiði verður lagt í at røkja kirkjur í Albania.

Skúlin er heilt serligur á tann hátt, at man bæði fekk loyvi til at nýta sína tíð til at uppliva nógv stuttligt og áhugavert, men eisini lærdi hesin skúlin okkum, hvussu vit kunnu koma at kenna Gud. Tá eg kom á henda skúlan, var eg ikki sera væl lisin, og tí opnaði hesin skúlin veruliga míni eygu til at síggja, hvussu fantastisk bíblian veruliga er. Eisini vóru tað dagar, sum vóru skipaðir til at læra okkum at líta á Gud og síggja, hvussu hann arbeiðir í okkara lívi. Ein av hesum døgunum var kallaður “Solo-day” har vit í ein heilan dag ikki skuldu snakka við nakran annan enn Harra okkara. Hetta var við til at fleiri fóru út í ta flottu Albansku náttúruna og brúktu teirra dag har at biðja, lesa og sum heild at práta við Gud. Gud er jú okkara besti vinur.

LES EISINI  Føroyingar fara á TeenStreet í Spania

Skúlin eitur “Crossroads” og tað er av tí orsøk, at vit sum næmingar vóru frá ymiskum londum, og tí “krossaðust” okkara vegir á hesum skúlanum, sum hevði sum endamál at læra okkum um bíbliuna og gera okkum klár til at fara heim aftur til okkara egnu – ella út í onnur lond at boða boðskapin víðari. Hetta gjørdi eisini, at vit lærdu, hvat tað er vit veruliga trúgva, og hví vit trúgva tí, sum vit trúgva. Eg kann persónliga siga, at hesin skúlin var við til, at mín trúgv bleiv meir persónlig og gjørdi, at eg fekk eitt meira persónligt samband við Gud.

Skúlin byrjaði 5. januar, og tað var meiningin at hann skuldi enda 27. mars – men so bleiv ikki. Vit høvdu tvær vikur eftir av skúlanum, tá vit brádliga fingu at vita, at vit máttu fara heim orsaka av, at Korona hevði tikið yvir heimin, og Albania fór tí innan stutta tíð at steingja alt landið, so man hvørki kundi koma inn ella út úr landinum. Tað var sera keðiligt, men til alla lukku vóru einans tvær vikur eftir, so eg misti ikki so nógv.

LES EISINI  Felags ungdómsmøti í Nesvík

Eg veit ikki heilt, hvussu mín framtíð fer at vera, men eg vóni at kunna arbeiða í eina tíð og seinni fara undir lesna, men sum heild lati eg bara Gud vísa mær á, hvat tað er, hann vil eg skal.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina