Keisarin og kongssonurin

Tað er helst ikki so ofta, vit hugsa um tað. Men tað eru í roynd og veru tveir persónar í jólaevangeliinum, sum hava eina ávirkan á hvussu vit tosa um tíð. Meðan annar nullstillaði tíðarrokningina, fekk hin ein mánaða uppkallaðan eftir sær. Við Jesusi fekk alt eina nýggja byrjan. Eisini tíðin. Vit eru skjótt á veg inn í ár 2021 eftir Kristus. Men tá vit koma til tann áttanda mánaðin, verða vit mint á keisaran Augustus, sum gav boðini um, at tað skuldi haldast manntal. Tað er nevniliga honum, august mánaður er uppkallaður eftir.

Skrivað: Carsten Fonsdal Mikkelsen
Umsett: Torfinn Jacobsen

Eitt sniðmorð setir søguna í gongd

Men hvør var hann veruliga hesin Augustus? Ja, fyri tað fyrsta kallaðist hann als ikki Augustus. Tá hann varð føddur fekk hann navnið Gaius Octavius. Ommubeiggi hansara var kendi Julius Cæsar úr teknirøðunum um Asterix og Obelix. Áðrenn hann varð sniðmyrdur í ár 44 fyri Kristus, hevði hann gjørt eitt testamenti. Í tí stóð, at Julius Cæsar ættleiddi Octavius, sum skuldi vera arvingur hansara, og vera eftirmaður hansara til valdið. Tann bert 18 ára gamli Octavius var brádliga vorðin valdsharri yvir øllum Rómverjaríkinum. Og sum tað fyrsta valdi hann at vera uppkallaður eftir Julius Cæsar, og broyta navn sítt til Gaius Julius Cæsar, kallaður Octavianus. Á hesum døgum var framvegis nógvur ófriður og kríggj í Rómverjaríkinum, men hóast hann var ungur, vísti Octavianus seg at vera ein framúrskarandi leiðari. Fyrst niðurbardi hann nakrar avbjóðarar, og gjøgnum tey næstu 17 árini fekk hann fult eftirlit við tí stóra ríkinum, sum fevndi um stórar partar av Europa, men eisini partar av Norðurafrika og Miðeystri.

Rómverjaríkið verður grundað

Umleið ár 27 fyri Kristus lat Octavianus tað rómverska ríkið upp í hendurnar á senatinum og fólkinum, og harvið var Rómverjaríkið alment ein veruleiki. Octavianus helt uppá, at hansara leiklutur framhaldandi skuldi vera at tæna fólkinum sum tess leiðari. Tað er um hetta mundið, at senatið gevur Octavianusi heitið Augustus, hvørs týdningur er heiður, sera týdningarmikil og allarhægsta sosiala tign. Tað var als ikki so álvarsliga meint, tá Augustus gav rómverska ríkið til senatið og fólkið.

LES EISINI  Jólaheilsan frá Kirkjuligu Heimamissiónini

Og tað, at hann sjálvur skuldi tæna, meinti hann als einki við. Hann helt sjálvur, at heitið Augustus var sera væl hóskandi, og at hann bæði á ein og annan hátt var omanfyri fólkið. Og satt var tað, at hann veruliga megnaði meira ella minni beinleiðis at hava eftirlit við øllum týðandi avgerðum. Hesa tíðina og heilt fram til ár 180 eftir Kristus var sum heild friður í Rómverjaríkinum. Hann verður kallaður Tann rómverski friðurin, Pax Romana, men eisini við hvørt nevndur Pax Augustus. Hetta var ein tíð, har rómverjar høvdu fult eftirlit við tí stóra ríkinum, og við valdi tryggjaðu, at lóg og landaskil varð hildið. Í stjórnartíð síni, legði Augustus grundarlagið fyri einum valdstýri, sum á ein ella annan hátt vardi í næstan fimtanhundrað ár, inntil endaligu afturgongdina hjá vesturlendska rómverska heimsveldinum og inntil Konstantinopel fall í 1453.

Bæði hansara ættleiðingarnavn Cæsar, og hansara heitið Augustus vórðu brúkt av teimum valdsharrunum, sum komu aftaná í rómverska heimsveldinum í fjúrtan øldir eftir deyða hansara.

LES EISINI  Hugleiðing um jólini

Rættuliga mong meta Augustus sum fyrsta og størsta keisaran í Rómverjaríkinum. Og tað er einki at ivast í, at tað var hann, sum fekk frið í hesum stóra økinum. Og tað var hansara politikkur, sum bæði longdi um livitíðina hjá heimsveldinum, og byrjaði tann tiltikna Pax Romana.

Umhugsan

Dýrkanin av Augustusi helt fram eftir deyða hansara við templið Divus Augustus líka til ár 391. Her skifti ríkið nevniliga religión, og hetta leiðir okkum beinanvegin aftur til hin av teimum báðum persónunum, sum vórðu nevndir í byrjanini av greinini. Í ár 391 broytti Theodosius 1 nevniliga religiónina í rómverjaríkinum til kristindómin.

Tí meðan alt hetta hendi, kom Guds Sonur brádliga undan kavi í einum óansaðum horni í ríkinum hjá Cæsari. Nakrir hirðar funnu hann í einum vánaligum fjósi, har hann lá og svav í eini krubbu.

Tann friður, sum Augustus kom við, helt í umleið 200 ár. Men tann friðurin, sum Jesus kom við, fer at vara í ævir.Tað ríkið, sum Augustus grundaði, stóð – meira ella minni – í 1500 ár. Tað ríkið, sum Kristus grundaði, hevur higartil staðið í 2020 ár, og fer at vara í ævir. Og meðan Augustus var áhugaður í at dýrmeta seg sjálvan, hevði Jesus eina heilt aðra dagsskrá. Hann kom ikki fyri at dýrmeta seg sjálvan, men fyri at dýrmeta faðir sín. Tá Jesus endiliga læt seg dýrmeta, var tað á einum krossi. Sum tað stendur í Filippibrævinum kapittul 2 vers 6-8:

”Hann, sum, tá ið hann var í Guds mynd, ikki helt tað fyri rán at vera Gudi líkur, men avklæddi seg hana, í tí at hann tók á seg tænara mynd og gjørdist monnum líkur; og tá ið hann í framkomu var sum maður, setti hann seg sjálvan lágt, og varð lýðin til deyða, ja, til deyða á krossi”.

Cæsar stýrdi við at hertaka lond og við valdi at fáa menniskju at laga seg eftir sær. Jesus hertók syndina og deyðan við fyrst at líða og doyggja, – við at bera Guds vreiði yvir syndina – og síðani við at rísa upp frá deyðum. Rómverjaríkið er fallið! Men Guds elskaða sonar ríki fer at vara í allar ævir!

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina