Nú nærkast jólini

Nú nærkast jólini 2022, og vit fara at minnast tá Jesus barni var fødd. Nú vit eru farin ígjøgnum  adventina sum merkir koma. Tað er hann, sum profetarnir hava talað um, sum kemur. Jesus Kristus kemur. Adventstíðin er ein fyrireikingartíð til jólini, eins og føstan er ein fyrireikingartíð til páskirnar. Vit hyggja nú frameftir móti honum, sum kemur. Tað er jólagestin, sum tað snýr seg um.

Í hesi myrku tíð tendra vit ljós sum tekin um, at tað er vón fyri stavn. Onkur hevur sagt, at vit eru okkara framtíð. Vit hava ein longsul og eina vón. Vit líta fram móti frelsaranum, sum kemur. Tað er, eins og vit síggja, at okkurt fer at henda. Vit missa ikki mótið; men vit fáa dirvi úr orðinum, sum ljóðar. Vit gleðast og fegnast, tí at tað er vón, støðan er ikki longur vónleys. Vit eiga Guds lyfti, og tey ganga brátt út. Alt verður vent til gleði. Og tað størsta, sum vit eiga her, verður enn størri, sigur hin kristna vónin.

LES EISINI  Eitt sindur um adventina og kirkjuárið.

Nú er tíð at tendra ljós sum tekin um, at tað besta liggur úti í framtíðini. Enn er lívið trupult og vandamikið; men tá skal tað verða dýrdarfult og fullkomið. Hesin frelsarin kemur á jólum. Alt vísir fram móti honum. Og uttan hann kann kristna kirkjan ikki liva. Men nú er vón. Og Jesus sigur, at lívið ikki bara er her, men eisini í framtíðini. Tí falla vit ikki í fátt, tó at deyðin hóttir lív okkara. Vit eru í adventini, og frelsarin er á veg, og hann kemur okkum til hjálpar. Hann kemur at bjarga mannaættini.

Í Jesu boðskapi er Guds kærleiki komin inn í lív okkara. Guds framtíð er vorðin nútíð. Jesus er her. Hann kemur í anda og orði. Har kemur hann sum frelsari okkara, og hann er eisini tín og mín frelsari.

Um Sátan kemur til tín og sigur, at Jesus ikki býr í hjarta tínum, so kanst tú svara honum aftur við at vísa til Bíbliuna. Gal kap 2 vers 20 sum sigur: Eg eri krossfestur við Kristi; og tað er ikki longur eg, sum livi, men Kristus livir í mær.

LES EISINI  Teir níggju lestrarnir

Bíblian sigur, at tú hevur fingið fyrigeving fyri allar syndir tínar: Blóð Jesu, sonar hansara, reinsar okkum frá allari synd. Um vit siga, at vit ikki hava synd, tá svíkja vit okkum sjálv, og sannleikin er ikki í okkum. Um vit játta syndum okkara, tá er hann trúfastur og rættvísur, so at hann fyrigevur okkum syndirnar og reisnar okkum frá allari órættvísi. ( 1 Jóh kap 1. versini 7 – 9 ). Vel Jesus.

Frelsari mín! Frelsari mín!
Náði tín hon er mítt skjól.
Paradísportrið er opna mær,
aldri kann eg fulltakka tær
       :,: Fyri gleðilig jól :,:

So vil eg ynskja tykkum øllum, eini gleðiligi jól og eitt vælsigna nýttár í Jesu navni.  AMEN. 

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina