Hví halda vit Jesu føðingardag 25. desember?

25. desember koma kristin um allan heim saman at hátíðarhalda Jesu føðing. Men hvat er upprunin til hesa hátíð? Hvussu varð 25. desember settur í samband við Jesu føðingardag?

 

Skrivað hevur Andrew McGowan, professari í kirkjusøgu á Yale University

 

Lítil hjálp at heinta fyrstu øldirnar

Bíblian gevur okkum ikki nógva hjálp. Hvørki evangeliini ella ápostlasøgan nevna nakað um, at Jesu føðing varð hátíðarhildin. Vit fáa einki at vita um dagin, heldur ikki árstíðina. At Jesus varð føddur, meðan hirðar ansa eftir seyði úti á markini (Luk 2,8), kann benda á lembingina um várið; hinvegin kann seyðurin eisini verða rikin í rætt í november.

Uttanfyri Bíbliuna er heldur ikki nógv at heinta fyrstu og aðru øldina. Elstu kirkjufedrarnir nevna einki um at hátíðarhalda føðingina, hvørki Ireneus (um 130–200) ella Tertullian (um 160–225). Origenes (um 165–264) ger enntá gjøldur burturúr, at rómverjar hátíðarhalda føðingardagar, og heldur, at tað eru heidnir siðir. Hetta er ein sterk ábending um, at Jesu føðing ikki varð hátíðarhildin tá.

Heilt øðrvísi við páskunum

Heilt øðrvísi var við páskum. Øll fýra evangeliini nevna nágreiniliga, nær Jesus doyði. Sambært Jóhannesi varð Jesus (soleiðis sum mong lesa Jóhannes, ritstj.) krossfestur, júst tá páskalombini vórðu ofrað. Hetta hevði verið tann 14. í hebraiska mánaðinum nisan, beint áðrenn jødiska hátíðin byrjaði við sólsetur (tá byrjar 15. nisan eftir jødiskari fatan). Í Matteusi, Markusi og Lukasi verður seinasta kvøldmáltíðini hildin eftir sólsetur, tá 15. nisan er byrjaður. Jesus verður krossfestur morgunin eftir, sum enn er 15. nisan.

Páskahald er nógv eldri enn jólahald. Tað kann enntá vera, at tað longu verður sipað til tað í Nýggja testamenti (“… páskalamb okkara er dripið, Kristus. Latum okkum tí halda hátíð…” 1 Kor 5,7-8). Í øllum førum vóru páskir longu mitt í aðru øld ein kristin hátíð, tí í apokrýfa skriftinum “Brævið til ápostlarnar” gevur Jesus lærusveinunum boð um at “halda minnishátíð um deyða [hansara], tað eru páskir”.

Áhugin vaknar

Í fyrstu og aðru øld høvdu Jesu boðan, undur, líðing og uppreisn størri áhuga hjá teimum kristnu rithøvundunum. Men við tíðini vaks áhugin fyri Jesu uppruna. Í aðru øld fáa vit sonevndu “Barndómsevangeliið” hjá Tummasi og “Forevangeliið” hjá Jákupi, har vit fáa meira at vita um Jesu føðing og barndóm. Eitt nú fáa vit nøvnini á ommum og abbum hjá Jesusi og útbúgvingina hjá Jesusi, men ikki føðingardagin.

Ikki fyrrenn umleið ár 200 nevnir Klæmint í Aleksandria í Egyptalandi dagin, tá Jesus varð føddur. Ella rættari nevnir hann fleiri dagar, sum ymsir kristnir bólkar hava nevnt. Men 25. desember er ikki ein teirra. Tað er greitt, at seint í aðru øld er óvissan stór, men áhugin tó vaksin fyri at dagfesta Jesu føðingardag.

Inni í Føðikirkjuni í Betlehem (Mynd: Musa Al Shaer)

25. desember verður jóladagur

Men so í fjórðu øld verður víst á tveir ymiskar dagar, sum nú eru viðurkendir víða og eisini hátíðarhildnir sum Jesu føðingardagur: 25. desember í vestara parti av Rómverjaríkinum og 6. januar í eystara parti. Summar kirkjur halda enn 6. januar, men sum heild hevur 25. desember sigrað millum tey kristnu, og 6. januar – trettandi – verður ístaðin hildin til minnis um vísmenninar.

LES EISINI  Vit liva eisini í tí størru adventstíðini

Fyrstu ferð at 25. desember verður nevndur sum Jesu føðingardagur, er ein rómverskur álmanakki miðskeiðis í fjórðu øld. Og umleið 400 nevnir Augustin, at donatistar (ein øðrvísi hugsandi kristin bólkur í Norðurafrika) eftir øllum at døma halda Jesu føðingardag 25. desember.

Júst donatistarnir komu fram undir forfylgingini frá Diocletian keisara í ár 312, og tóku ikki við nøkrum nýggjum siðum eftir tað. Tí er væl hugsandi, at jólahaldið 25. desember eisini gongur heilt aftur til ta tíðina.

Eystanfyri vóru jólini ikki einans sett í samband við vísmenninar, men við allan jólasøguna.

So ikki fyrrenn næstan 300 ár eftir Jesu føðing eru tað fólk, sum halda føðingardag hansara á hávetri. Men hvussu vóru tey komin fram til 25. desember og 6. januar?

Eitt ástøði við trupulleikum

Nú á døgum eru tvey ástøði: Tað fyrra er sera væl umtókt, tað seinna er ikki so ofta at hoyra uttan millum granskarar, men er væl eldri.

Tað betur umtókta ástøðið um upprunan til jóladag er, at tað er eitt lán frá heidnum hátíðum. Rómverjar høvdu sína Saturnalia-hátíð seint í desember. Barbararnir í Norður- og Vestureuropa hildu hátíð ymsar tíðir. Tí stovnaði rómverski keisarin Aurelian í 274 eina hátíð fyri føðingini hjá Sol Invictus (“ósigraðu sólini”) 25. desember. Uppáhaldið er so, at tey kristnu løgdu jólini hesar somu dagar, fyri at tey kristnu jólini og kristindómurin skjótari kundu breiða seg um allan tann rómverska heimin. Tí um jólini sóu út sum ein heiðin hátíð, fóru fleiri heidningar at vera opnir fyri bæði hátíðini og tí Gudi, hvørs føðing hon varð hildin fyri.

Hóast hetta ástøðið er væl umtókt, hevur tað sínar trupulleikar. Fyri tað fyrsta er tað ikki at finna í nøkrum kristnum teksti. Kirkjufaðirin Ambrosius (um 339–397) lýsir Jesus sum ta sonnu sólina, sum ber av falnu gudunum í gamla heiminum. Men kristnir høvundar geva ongantíð nakra ábending um, at kalendarin er stýrdur soleiðis; tað er greitt, at teir ikki hugsa, at dagurin var valdur av kirkjuni. Heldur síggja teir hesa tilvild, sum forsjónin stendur aftanfyri, sum eitt natúrligt tekin um, at Gud hevur valt Jesus framum teir følsku heidnu gudarnar.

Inngongdin til Føðikirkjuna í Betlehem. Hon er lá og trong, og ein má bukka seg niður, um ein skal innar. (Mynd: grundejerforeningentaarnborg.dk)

Tað er ikki fyrrenn í 12. øld, at tað fyrstu ferð verður sipað til, at hátíðarhaldið fyri Jesu føðing við vilja varð lagt somu tíð sum heidnar hátíðir.

Í eini notu í marguni á einum handriti við skriftunum hjá sýriska bíbliuviðmerkjaranum Dionysius bar-Salibi verður sagt, at í fornum tíðum varð kristna hátíðin í roynd og veru flutt frá 6. januar til 25. desember, so at hon fall á sama dag sum heidna Sol Invictus-hátíðin. Í 18. og 19. øld læstu bíbliugranskarar seg fastar í hetta ástøðið, eggjaðir av nýggju vísindaligu granskingini, sum samanbar átrúnaðir. Teir hildu uppá, at av tí at tey fyrstu kristnu ikki vistu, nær Jesus var føddur, so ognaðu tey sær rætt og slætt heidnu sólstøðuhátíðina til egin endamál og hildu uppá, at hetta var tíðin, tá Messias varð føddur, og hátíðarhildu hana samsvarandi.

LES EISINI  Søgan um sangin ”Gleðilig jól”

Dagurin og tættir í hátíðarhaldinum eru hvør sítt

Nýggjari gransking vísir, at nógv av nútíðar skreytinum á jólum avspeglar heidnar siðir, sum eru læntir nógv seinni, so hvørt sum kristindómur breiddi seg inn í Norður- og Vestureuropa. Eitt nú er jólatræið sett í samband við miðaldar druidiskar siðvenjur. Hetta hevur bara eggjað nútíðar lesarum til at gera ta niðurstøðu, at dagurin eisini man vera heiðin.

Men sum nógvir granskarar viðurkenna, eru trupulleikar við hesum væl umtókta ástøði. Tað týdningarmesta er, at fyrstu ferð kristnu jólini verða dagfest (um 200), og fyrstu ferð tey verða hildin, sum vit vita um (um ár 250–300), er í einum tíðarskeiði, tá kristin ikki læna stórvegis frá so heidnum siðvenjum.

Fyrstu øldirnar var tann forfylgdi kristni minnilutin upptikin av at leggja sjógv millum seg og tey størru almennu heidnu átrúnaðarligu hátíðarhaldini, so sum ofringar, leikir og heiligdagar. Hetta var framvegis so undir harðligu forfylgingunum móti teimum kristnu, sum rómverski keisarin Diocletian stóð fyri millum 303 og 312.

Ikki fyrrenn Konstantin vendi um til kristindómin, broyttist hetta. Frá mitt í fjórðu øld og frameftir finna vit kristin, sum við vilja tillaga og “kristna” heidnar hátíðir. Ein væl umtóktur talsmaður fyri hesum var Grækaris Mikli pávi (ið grækarismessa eitur eftir, ritstj.), sum í einum brævi í 601 til ein kristnan trúboðara í Bretlandi mælti til, at heiðin tempul ikki vórðu oyðiløgd, men umbygd til kirkjur, og at heidnar hátíðir vórðu hildnar sum hátíðir fyri kristin blóðvitni.

Men vit hava einki próvtilfar um, at kristin taka heidnar hátíðir til sín í triðju øld, tá kristnu jólini vórðu dagfest. Tí tykist tað at vera ósannlíkt, at dagurin rætt og slætt varð valdur fyri at svara til heidnu sólhátíðirnar.

Hátíðarhaldið 25. desember tykist hava verið til áðrenn 312 – áðrenn Konstantin og umvending hansara í øllum førum. Sum nevnt hava tey donatistisku kristnu eftir øllum at døma kent tað áðrenn tað. Harafturat hugsavnaðu kirkjuleiðarar í eystara parti av keisaraveldinum miðskeiðis og seint í fjórðu øld seg ikki um at innføra eitt hald fyri Jesu føðingardegi, men heldur um at leggja desember-dagin afturat sínum siðbundna hátíðarhaldi 6. januar.

Eitt meira sannlíkt ástøði

Tað er ein annar máti at grundgeva fyri, at kristnu jólini vórðu løgd 25. desember. So løgið tað ljóðar, kann lykilin vera tann dagurin, tá Jesus doyði. Umleið ár 200 endurgav Tertullian ta útrokningina, at 14. nisan (tá Jesus sambært Jóhannes evangeliinum varð krossfestur) tað árið, tá Jesus doyði, svaraði til 25. mars í rómverska (sól)kalendaranum. 25. mars er sjálvsagt níggju mánaðir áðrenn 25. desember. 25. mars varð seinni viðurkent sum hátíðin fyri boðan Mariu, tá Jesus varð gitin. Soleiðis hildu tey, at Jesus var gitin og krossfestur sama dag í árinum. Nágreiniliga níggju mánaðir seinni, 25. desember, varð Jesus føddur.

LES EISINI  Jól í KFUM&K: - Vit hava sæð gleðina og takksemi hjá teimum, sum vit hava verið saman við

Hetta verður eisini nevnt í einum dulnevndum kristnum riti við heitinum “Um sólstøður og javndøgur”, sum eftir øllum at døma er frá fjórðu øld í Norðurafrika. Har verður sagt, at 25. mars var dagurin, tá “Harri okkara bæði varð gitin og leið”. Bygt á hetta dagfestir ritið Jesu føðing til vetursólstøðu.

Augustin kendi eisini til hetta hugasambandið. Í “Um tríeindina” (um 399-419) skrivar hann: “Tí hann [Jesus] verður hildin at vera gitin 25. mars, sama dag sum hann leið; soleiðis svarar móðurlívið hjá moynni, har hann varð gitin, har eingin deyðiligur var gitin, til ta nýggju grøvina, har hann varð grivin, har einki menniskja nakrantíð var lagt, hvørki áðrenn ella aftaná. Men hann varð føddur, sambært siðvenjuni, 25. desember”.

Eisini í eysturkirkjuni

Eisini eystanfyri vóru dagarnir fyri Jesu gitnaði og deyða leinkjaðir saman. Men ístaðin fyri 14. nisan í hebraiska kalendaranum, nýttu tey 14. í fyrsta vármánaði (Artemisios) í sínum grikska kalendara, sum er 6. apríl hjá okkum. 6. apríl er sjálvandi júst níggju mánaðir áðrenn 6. januar, sum er jóladagur eystanfyri. Epifanius biskupur í Salamis (310-403) skrivar, at 6. apríl “varð lambið stongt inni í tí lýtaleysa móðurlívinum hjá heilagu moynni, hann ið við ævigum ofri tók burtur og tekur burtur heimsins syndir”. Enn í dag hátíðarheldur armenska kirkjan boðan Mariu tíðliga í apríl (tó 7. apríl) og jól 6. januar.

Sostatt hava vit kristin í tveimum heimspørtum, sum rokna Jesu føðing út frá tí, at deyði hansara og gitnaður fóru fram sama dag (25. mars ella 6. apríl), og koma til tvey tøtt men ymisk úrslit (25. desember og 6. januar).

At leinkja Jesu gitnað og deyða soleiðis saman tykist heilt vist løgið fyri nútíðar lesarar, men tað avspeglar forna og miðaldar fatan, at øll frelsan hongur saman. Eitt av teimum mest hugtakandi dømunum um hesa trúgv finna vit í kristnari list. Í nógvum málningum av boðan Mariu – løtan tá Jesus verður gitin – síggja vit pinkubarnið Jesus sveimandi niður úr himli á ella við einum lítlum krossi; ein sjónlig áminning um, at gitnaðurin ber lyftið um frelsu gjøgnum Jesu deyða.

Brotmynd av málningi hjá Bertram Meistara (14. øld) av boðan Mariu. Jesu gitnaður hevði við sær eitt lyfti um frelsu gjøgnum deyða hansara. Tí kann tað væl vera, at tað ikki er nøkur tilvild, at kirkjan tíðliga hátíðarhelt Jesu gitnað og deyða sama dag í árinum, 25. mars, júst níggju mánaðir áðrenn 25. desember. (Kunsthalle, Hamburg/Bridgeman Art Library, New York)

Fatanin, at skapanin og endurloysnin skuldu fara fram somu tíð á árinum, verður eisini avspeglað í fornari jødiskari siðvenju, uppskrivað í Talmud. Tann babylonska Talmud hevur varðveitt eina ósemju millum tveir rabbinarar tíðliga í aðru øld e.Kr., sum eru samdir um áskoðanina, men ósamdur um dagfestingina. Dagfestingin av kristnu jólunum kann saktans vera úrslit av kristnari gudfrøðiligari hugsan um slíka tíðarrøð: Jesus hevði verðið gitin sama dag í árinum, sum hann doyði, og føddur níggju mánaðir seinni.

Samandráttur

Tá samanum kemur, hava vit ein spurning eftir: Hvussu gjørdist 25. desember (kristni) jóladagur? Vit kunnu ikki vera heilt vís. Tættir í hátíðarhaldinum, sum menti seg frá fjórðu øld og fram til okkara dagar, kunnu saktans stava frá heidnum siðvenjum. Tó kann veruliga dagfestingin stava meira frá jødadómi enn frá heiðinskapi. Frá Jesu deyða á páskum, og frá tí rabbinsku fatanini, at stórar hendingar eigur ein at vænta, aftur og aftur, á somu tíð á árinum.

 

Greinin “How December 25 Became Christmas” stóð upprunaliga í “Bible Review”, desember 2002. Týdd og stytt í desember 2018.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina