Meðan vit bíða 4. partur

Adventin: um- og djúphugsni

Plásstrot

Nú kemur hann: Guds sonur, føddur av kvinnu, føddur  undir lóg; ikki undir romantiskum umstøðum, ið líkist okkara. Hann varð føddur í einum fjósi, og fyrsti tónleikur, hann lýddi á, mundi helst vera av fullum monnum frá einari nærliggjandi veitingarstovu. Í seinastu adventsdjúphugsan okkara fara vit at hugsa um, hvussu Jesus kann fáa pláss í okkara lívi.

Les Lukas 2,1-14

Syndin ger okkum hjálparleys og einsamøll sum hjá einum burturvístum nýføðingi; men lítla barnið, ið lá í trognum, djórini ótu úr, tekur ímóti okkum við Harrans friði og signing. Kristus hevur pláss til okkum øll, hóast við hava strævið við at finna honum pláss. Kanska ynskja vit hann langt burtur. Kanska ynskja vit at finna honum eitt serstakt virðiligt stað. Men sjálvt virðisligasta stað á jørð virðir ikki at húsa himnanna kongasoni.

Allur himmalski heimurin kom í røring, og allar illar andsmaktir vórðu rámaðar av angist. Men á jørðini  sást bert ein lítil farri í vatnskorpuni. Lítið barn, sveipað og liggjandi í eini krubbu, tí tað var ikki rúm fyri Jesusi; og heldur ikki hjá teimum, ið tæntu honum. Maria og Jósef vórðu víst burtur og einsamøll í teirra fyribils stóru tænastu, men tó tí týdningarmestu løtuni í heimssøguni.

LES EISINI  99 skip fingið jólapakkar

Orðið til um- og djúphugsni komandi viku

Vikuorðið: Og hon átti son sín, hin fyrstafødda, og hon reivaði hann og legði hann í eina krubbu, tí at ikki var rúm fyri teimum í tilhaldshúsinum. (Luk 2,7)  

Vikuspurningurin: Hvat kann eg gera fyri at tryggja Jesusbarninum rætta plássið í lívi mínum?

CFM hevur skrivað, H.D. Joensen umsetti

Skriva vikuorðið og spurningin:

Lukas 2,1-14:

Jesu føðing
Men tað hendi í teimum døgum, at tað komu boð frá Augustusi keisara um, at allur heimurin skuldi verða skrivaður í manntal. (Hetta fyrsta manntalið var, meðan Kvirinius var landshøvdingi í Sýriulandi). Og øll fóru at verða skrivað, hvør í ættarbygd sína. Men eisini Jósef fór úr Galileu, úr bygdini Nasaret, niðan til Júdeu, til Dávids bygd, sum eitur Betlehem, tí at hann var slektaður av Dávids húsi og ætt,  at verða skrivaður, saman við Mariu, trúlovaðu festarmoy síni, sum var við barn. 
Men tað hendi, meðan tey vóru har, at tíðin kom, at hon skuldi eiga barn.  Og hon átti son sín, hin fyrstafødda, og hon reivaði hann og legði hann í eina krubbu, tí at ikki var rúm fyri teimum í tilhaldshúsinum.

Hirðarnir
Og tað vóru hirðar har í sama bygdarlaginum, sum lógu úti á markini um náttina og goymdu at seyðafylgjum sínum.  Og sí, eingil Harrans stóð hjá teimum, og dýrd Harrans ljómaði rundan um teir, og teir vórðu ógvuliga óttafullir.  Og eingilin segði við teir: «Óttist ikki; tí sí, eg kunngeri tykkum eini stór gleðiboð, sum skulu verða fyri alt fólkið. Tí at tykkum er í dag ein frelsari føddur, sum er Harrin Kristus í Dávids staði! Og hetta skulu tit hava til merkis: Tit skulu finna eitt barn reivað og liggjandi í eini krubbu.» Og í somu stund var hjá einglinum ein fjøld av himmalskum herskarum, sum lovaðu Guði og søgdu:  «Heiður veri Guði í hægsta himli, og friður á jørð, og í menniskjum góður tokki!»

LES EISINI  Jólakonsert í Nesvík 20. november
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina