Keldan bjóðar til páskastevnu undir heitinum “Livandi vón”

Nú tað stundar til páskir, boðar samkoman Keldan í Skálafirði í tíðindaskrivi frá, at tey bjóða til stóra páskastevnu undir heitinum “Livandi vón”.

Í ár verða tað serliga útlendskir talarar, sum seta dám á stevnuna. Sviin Carl-Gustaf Severin er vorðin ein kendur vinur hjá mongum føroyingum. Hann kemur við sínum lætta lyndi og stóra hjarta fyri gleðiboðskapinum.

Sebastian Stakset, kendur sum “Sebbe Staxx”, hevur eina sjaldsama søgu. Hann bleiv sera kendur sum rappari og livdi eitt lív í uppreistri og harðskapi. Hann fekk nýggja vón, tá hann møtti Jesusi, og lív hansara broyttist fullkomiliga.

Eisini vitjar avstralski Joel Ramsey, ið er nógv umbiðin um allan heim at bera gleðiboðini fram. Tað, sum eyðkennir hansara møtir, er, at har henda nógv undur og tekin.

Evnið á stevnuni er ”Livandi vón”. Tá alt sær myrkt og dapurt út, og eingin vón tykist vera at hóma, finst enn vón í Jesusi. Tað er hesa vón, Keldan vil lýsa upp á páskastevnuni í døgunum 18.-22. apríl, siga tey at enda í tíðindaskrivinum.

LES EISINI  Páskadagar í Havn við Erik Nielsen

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina