Kennir tú sannan frið?

”Rættvísgjørd av trúgv hava vit tí frið við Gud við harra okkara, Jesusi Kristi”
(Róm. 5, 1).

Frið við Gud, er tað nakað, vit hugsa um ella leingjast eftir?

Tá vit hoyra ella lesa um frið: hvørja hugsan hava vit tá? Hugsa vit í hesum døgum um kríggið í Ukrainu og ynskja, at friður skjótast gjørligt kemur í lag? Tað er eitt gott ynski. Men tíverri, tú og eg og hin einstaki føroyingurin hava lítla ávirkan á hetta ella kunnu virka við til at fremja hetta! – Frið og gleði í familjuni og umhvørvinum – eisini eitt gott og rætt ynski. Kanska vit í hesum føri betur virka við til, at so má vera.  Er  talan um okkara, tá er tað talan um eina uppgávu, vit ikki kunnu skáka okkum undan. Tað er gott, um vit royna og tað eydnast.

Hugsa vit um, at sátt og semja má vera, har vit eru? Tað er væl. Her kunnu vit gera eina íløgu, so tað munar.

Her eru nøkur dømi um at skapa frið, tí vit vita øll væl, at ófriður er manga staðni, bæði nær og fjar. Hann er ikki av tí góða, har er ikki trivnaður.
Hvat hugsa vit, tá vit lesa omanfyrinevnda orðið úr Rómverjabrævinum? Er hetta veruleikin í okkara lívi? Ynskja vit frið fyri Gudi ella frið við Gud? Nú er talan um okkum persónliga. Nú er tað ikki hini, men vit! Hetta er mest átrokandi friðarspurningur í okkara lívi. Hesin friðarspurningur snýr seg um ævinleikan! Okkara ævinleika. Eins og vit royna at finna bestu loysnina at fremja frið í trimum teimum fyrstu dømunum, mugu vit finna loysnina í hesum mest átrokandi spurninginum.

Sanniliga, sanniliga sigi eg tykkum: Tann, sum hoyrir orð mítt og trýr honum, sum sendi meg, hevur ævigt lív og kemur ikki til dóms, men hann hevur stigið yvirum frá deyðanum til lívið.
Jóh.5,24

Hvussu? «Hvat eiga vit at gera…?» spurdu teir á fyrstu hvítusunnu, tá spurningurin stakk teir í hjarta. (Áps. 3, 37). – Nú er øvugt. Nú er spurningurin ikki longur, hvat vit skulu ella kunnu  gera, tí tað er longu gjørt. Jesu fullgjørda verk á Golgata! Tað, vit mugu og skulu gera, er at taka ímóti hesum tilboði – í trúgv, áðrenn ov seint verður. Meðan vit liva og møguleiki er at taka ímóti hesum tilboði. «Sanniliga, sanniliga sigi eg tykkum: Tann, sum hoyrir orð mítt og trýr honum, sum sendi meg, hevur ævigt lív og kemur ikki til dóms, men hann hevur stigið yvirum frá deyðanum til lívið» (Jóhs. 5, 24).

Rættvísgjørdur av trúgv! Tann sum hoyrir orð mítt og trýr honum, sum sendi meg… hevur tí frið – við Gud! Tað er ein friður, sum ber gjøgnum allan ófrið, sum er á leiðini. Kann nakar friður metast hægri? Frið við heimsins skapara og almátts Gud. Alt hetta verður okkum bjóðað, uttan at vit skulu stríðast og gera okkara íløgu. Men einans við trúgv /áliti á orð hansara og lyfti. «Fríur frá ótta og iva…» sum vit syngja í einum sangi.

«Hann (Jesus) er friður okkara» (Ef. 2, 14).

Lat meg vinna sálarfrið
og tann gleim, sum varir við,
tá mítt hjarta meir ei slær
himnakrúnu gev tú mær.

Skrivað hevur
Gunnar Reynslág

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina