KFS byrjar trúarverjuskúla

Í heyst byrjar trúarverjuskúlin hjá KFS, sum hevur fingið heitið ”Sendiboð”. Jonhard Jógvansson, sum er ein av stigtakarunum, greiðir soleiðis frá skúlanum, sum hevur fingið sítt heiti úr Seinna Korintbrævi 5,20:

– Sambært Bíbliuni umboða kristin Jesus í hesum heiminum. Spurningurin er so, um vit eru góð umboð. Sendiboð ynskir at venja kristin menniskju soleiðis, at tey verða góð umboð fyri Jesus. Hetta umfatar sjálvandi eisini leiðararnar.

– Hetta er eftirhondini nakað, sum vit hava arbeitt við í longri tíð nú. Og vit hava eisini biðið nógv fyri trúarverjuskúlanum, tí at um ”Harrin ikki húsið byggir, tá til einkis smiðirnir starva” (Sl 127,1), greiðir Jonhard frá.

Hann sigur, at tað krevur nokk so nógva planlegging, tá ið ein fer undir eitt slíkt tiltak.

Hvør skal vera leiðari? Hvør skal undirvísa? Hvat tilfar skulu vit brúka í undirvísingini? Hetta eru bert nakrir fáir spurningar, sum ein má taka støðu til, tá ið ein fer undir at planleggja ein nýggjan trúarverjuskúla. Í KFS eru vit tó samd um, at tørvur er á einum trúarverjuskúla. Og nú, eftir nógva planlegging, nógvar fundir og nógva bøn, hava vit endiliga fingið sett saman eina spennandi ætlan, sigur hann.

 

Eru vit góð umboð?

Trúarverjuskúlin hjá KFS hevur fingið heitið Sendiboð. Sjálvt orðið “sendiboð” er tikið frá 2 Kor 5,20, har ið Paulus sigur: “Vit eru tí sendiboð í Krists stað…”

– Sambært Bíbliuni umboða kristin Jesus í hesum heiminum. Spurningurin er so, um vit eru góð umboð. Sendiboð ynskir at venja kristin menniskju soleiðis, at tey verða góð umboð fyri Jesus. Hetta umfatar sjálvandi eisini leiðararnar. Í Sendiboð eru leiðarar og næmingar altso í sama báti. Vit koma at arbeiða tætt saman fyri at náa okkara mál, sigur Jonhard.

 

Endamálið

Endamálið hjá Sendiboð er at venja kristin menniskju til at hugsa klárt um sína trúgv og at verja kristnu trúnna og kristnu virðini alment. Endamálið passar eisini saman við slagorðið hjá KFS: ”Kenn Jesus og ger Jesus kendan!

– Arbeiði hevur fingið serligan íblástur frá felagsskapinum “Stand to Reason” (www.str.org), sum varð stovnaður av Gregory Koukl. Heimasíðan hjá ”Stand to Reason” er full av góðum tilfari, og vit koma millum annað at brúka ymiskt tilfar hjá ”Stand to Reason” í okkara undirvísing. Eisini koma vit at lesa úr bókini hjá Gregory Koukl ”Tactics”.

Hann leggur aftrat, at nógv av tilfarinum, sum tey fara at lesa, er á enskum, og tí er førleiki í enskum eisini ein fyrimunur hjá teimum, sum søkja inn á skúlan.

 

Tríggir grundleggjandi eginleikar

– Vit hava avgjørt at taka støði í ”The Ambassador Model” hjá ”Stand to Reason”. Her verður serliga dentur lagdur á tríggjar grundleggjandi eginleikar hjá einum góðum sendiboði/umboðsfólki: Vitan, vísdómur og persónleiki.

Hann greiðir soleiðis frá teimum trimum eginleikunum:

  1. Vitan: Eitt gott sendiboð hevur eina grundleggjandi vitan um tann, sum hann/hon umboðar – í hesum tilfeldi vitan um Jesus og kristnu heimsfatanina.

  2. Vísdómur: Vitanin má berast víðari í vísdómi. Hetta inniber m.a., at ein má hava ein framferðarhátt, ið virkar við til at gera boðskapin meira sannførandi. Her snýr tað seg um at duga væl at navigera ígjøgnum eina samtalu á ein greiðan hátt.

  3. Persónleiki: Her snýr tað seg um at hava ein dámligan verumáta. Eitt sendiboð hevur seg sjálvan við allastaðni, har ið hann/hon fer, og tí er tað eisini týdningarmikið fyri eitt gott sendiboð at hava ein verumáta, sum staðfestir boðskapin, ið ein vil bera fram. Í 1 Pæt 3,15 minnir Pætur okkum á, at vit altíð skulu vera búgvin til verju fyri hvørjunmm manni, sum krevur roknskap av okkum fyri ta vón, sum er í okkum, men tó við spakføri og ótta. Hvat nyttar tað, at vinna eitt argument, um ein missir persónin vegna manglandi spakføri? Verumátin hevur altso avgerandi týdning fyri eitt gott sendiboð.

 

Krøv til leiðarar

Sendiboð hevur ,sum nevnt, fingið serligan íblástur frá ”Stand to Reason”, og hesum viðvíkjandi kann eisini nevnast, at nøkur krøv eru sett til sjálvar leiðararnar. Fyri at vera leiðari í Sendiboð skulu hesir nevniliga standa ”Ambassador Basic Curriculum”.

– Her er talan um eitt størri pensum, sum leiðararnir skulu arbeiða við. Og síðani skulu teir eisini taka nakrar royndir á netinum fyri at fáa prógv sum Sendiboð (Ambassador). Sambært ”Stand to Reason” er ”Ambassador Basic Curriculum” ein lykil til at menna vitanina, vísdómin og persónleikan, sum eru eyðkenni hjá einum góðum sendiboði í Krists stað. Ætlanin hjá okkum er millum annað at taka støði í hesum tilfari, sum vit sjálvir hava verið ígjøgnum, og síðani bera hetta víðari til okkara næmingar, sigur Jonhard.

Sendiboð hevur íalt seks leiðarar: Derhard Jógvansson, cand.theol. og sóknarprestur, Fróði Madsen, cand.pæd.pæd.psyk. og lesur til fólkaskúlalærara, Jonhard Jógvansson, stud.theol. og timburmaður, Kari Østerø, cand.theol. og skrellimaður, Ragnhard Petersen, MA í gudfrøði og KFS skrivari, og Rasmus Hammer, maskinmeistaralesandi.

 

Undirvísingin

– Undirvísingarkvøldini verða deild upp í 2 x 45 min. við einum steðgi uppá 10 min. millum fyrra og seinna tíma. Leiðarin byrjar og endar hvørt kvøld við bøn. Vanliga fara vit at hoyra framløgur hin fyrra tíman. Eisini fara vit at hyggja eftir DVD upptøkum av fyrilestrum, sum eru tilknýttir at undirvísingartilfarinum, til dømis “Tactics in Defending the Faith”hjá Gregory Koukl.

Tann seinni tímin fer vanliga at snúgva seg um tað meira praktiska. Tá verða millum annað uppgávur, so sum framløgur frá næmingum yvir okkurt ávíst evni, sum kann knýtast at dagsins evni. Framløgurnar vara í 10-15 minuttir. Leiðarin og næmingurin avtala saman, hvat ið framløgan skal snúgva seg um, og hvat tilfar skal brúkast í sambandi við fyrireikingina. Endamálið við slíkum framløgum er at gerast betur til at greiða frá og verja eitt sjónarmið. Eisini verður orðaskifti, spurningar og svar, terping og heimauppgávur tá.

 

Evnir

– Í undirvísingini fara vit at viðgera viðkomandi evnir so sum: “Sendiboð í krists stað: Teir grundleggjandi eginleikarnir”, “Hvat er sannleiki?”, ”Hvat er trúgv?”, ”Relativisma”, ”Er Gud til?”, ”Hevur Gud sagt nakað?” og ”Er Jesus Gud?”, greiðir Jonhard frá.

Málbólkurin hjá Sendiboð er kristin menniskju, sum eru áhugað í trúarverju. Sendiboð er ein partur av KFS, sum arbeiðir millum lesandi og miðnámsnæmingar í Føroyum. Hóst luttakaratalið er avmarkað, so eru onnur áhugað, ung og eldri,  vælkomin til at søkja um at vera við. Áhugað kunnu senda eini boð til kfs@kfs.fo. Síðani fær ein eitt umsóknarskjal til at fylla út.

 

Fyrsti undirvísingartími verður í Leguhúsinum í Nesvík mánakvøldið tann 5. september kl. 19.00 til 21.00.