Kirkjan arbeiðir í Jarðsjálvtaøkinum
Eftir harða og oyðileggjandi jarðskjálvtan í Turkalandi og Sýria í februar mánaði, hava tey kristnu í Turkalandi víst teimum, sum yvirlivdu ræðuleikarnar, Guðs kærleika. Eitt hjartanemandi dømi, eru kirkjufólki í Isik- kirkjuni í Izmir. Hesi koyrdu í 14 tímar frá vestur Turkalandi til býin Antakya, sum liggur í eystara parti av landinum. Hesi komu fyri at gera mat, býta klæðir út og brúka tíð saman við hesum hart rakta fólkinum.
Sat7 Turk rásin spurdi Ali Øzturk, prestin í Isik-kirkjuni, hvat tað var, sum fekk hann og hansara toymi at fara so langt heimanífrá. ”Tá vit fóru úr Izmir, koyrdu vit ígjøgnum ymiskar býir, har vit býttu út ymiska hjálp. Vit settu okkum í samband við Isik-kirkjuna í Antalya, og komu hagar fríggjadagin eftir jarðskjálvtan.”
”Tá vit komu til Antakya, var tað ein døpur sjón og støða, sum møtti sjálvbodna toyminum. Tá vit komu hagar var tað blivið myrkt. Har var eingin hjálp, og øll høvdu trupulleikar og brúk fyri hjálp. Toymið fór beinan vegin í gongd við at gera mat og at bera mat út í grannalagnum. Skjótt vaks eftirspurningurin eftir heitum mati, og eftir trimum døgum byrjaðu vit at tæna túsundavís av fólki” sigur presturin Øzturk.
Framhaldandi, í meira enn seks vikur, hevur Øzturk og hansara toymið staðið í hesi tænastu 24/7 í Antakya. Ein bólkur uppá 13 fólk eru í landsbygdini umleið 20 dagar um mánaðin. Ein bólkur úr einum størri toymi uppá 50 fólk koma, uppá skift, við flogfari úr Izmir at hjálpa til. Tað tekur 3 tímar at koyra frá flogvøllinum í Adana til støðina, har toymið heldur til.
Sjálvandi eru tey fús til at leggja nógv fyri, fyri at tæna undir truplum umstøðum. Hvør keldan er til teirra styrki? ”Vit leggja dent á at tilbiðja minst 5 dagar um vikuna og at biðja innanhýsis minst 20 min. um dagin», sigur Øzturk.
Ein nýggj sjónbanda-upptøka hjá Sat7-turk holdinum, vísir ein bólk av trúgvandi fólki, sum stendur saman í myrkrinum og syngur ein vakran turkiskan lovsang. Samankropin rundan um eitt uttandura borð, í húgvum og frakkum, syngja tey sjálvbodnu Guði lovsong í kóri. Orðini í sanginum kundu ikki verið betur hóskandi: ”Tú kemur; Tú vilt hjálpa mær um náttina og lekja míni sár”.
Kelda: Sat7, leystliga umsett.