Qaraqosh: Vónin, sum ISIS ikki megnaði at køva

Við ræðslu eygleiddi heimurin sigurgongdina hjá ISIS norður ígjøgnum Irak í 2014, har hundraðtúsundtals kristnar familjur vórðu rikin frá heimi og heimlandi sínum. Nú, fimm ár seinni, takka vit Gudi og gleðast saman við teimum mongu, sum nú venda aftur til sítt heimland at endurreisa tað, sum ISIS legði eftir seg í øsku. Sat-7 hevur vitjað og gjørt ein dokumentarfilm frá leysgivna býarpartinum í Qaraqosh, har trúgvandi irakar nú uttan steðg, fyltir við vón, byggja leivdirnar uppaftur.

Í einum broti í hesum dokumentarfilminum, “Sequel of Hope”, síggja vit eina páskagudstænastu í eini stúgvandi fullari kirkju, har sannur takkar- og veitslurómur merkir gudstænastuna. Men hyggur ein nærri, eru merkir at síggja frá nýggjari fortíð.

Skavað á eina hvíta steinplátu standa spraymálaðu orðini “Kalifatið hjá ISIS varir um ævir”. Hesi orðini eru ikki vaskað ella skavað av, men eitt stórt svart “X” er sett útyvir. Ein áminning um tað, ið var her, og tað, sum ikki er longur.

LES EISINI  Stórmøtini: Komið í góðari tíð!

Illa farin og einsamøll

Í 2016 misti ISIS valdið í Qaraqosh, og teir vórðu riknir úr býnum, men tað hevur tikið ár hjá flóttafólki at koma aftur til býin. Í dag eru bert umleið helvtin av teimum tá 55.000 íbúgvunum komnir heim aftur.

Partar av býnum líkjast spøkilsisbýum við tómum gøtum og oyðiløgdum bygningum, sum liggja í sori. ISIS oyðilegði, brendi og gjørdi herverk á allar kirkjur í býnum. Nakrir veggir eru gjøgnumholaðir av skotum, og Jesus-myndir eru knústar og oyðilagdar.

Dansa av gleði í húsaleivdunum, tí sjálvt í øskuni er vónin livandi

Essam Nagy frá Sat-7, ið hevur framleitt dokumentarin, sigur soleiðis: “Staðið er fylt av fólkum, sum eru íðin og tráa eftir at vera partur av Jesu Krists likami… Allur hesin parturin prógvar, at rættvísin sigrar yvir myrkrinum og hatrinum”.

Saman við páskagudstænastunum vísir filmurin eisini túsundtals trúgvandi fólk, sum luttaka í pálmasunnudagsskrúðgonguni.

Í einum býi, har kristnar familjur vórðu dripnar og jarðaðar í hópgravum – ein býur, har íbúgvaratalið er minkað ógvisliga – dansa tey glað ígjøgnum gøturnar. Vónin livir.

LES EISINI  Filmsbrot: SAT-7 sunnudagsskúlin í Nesvík 28. apríl

Sterk innan

“Kirkjan er ikki bara ein bygningur”, sigur kirkjuleiðarin Majid, “vit eru tann sanna kirkjan”. Hann vísir Nagy tað brenda altariðv sum er sótað og svart uttan, men reint hvítt marmor innan.

Jú, eldurin píndi. Hetta sama er galdandi fyri tey trúgvandi í Qaraqosh, sigur Nagy. Tey bera tyngdina av øllum tí, tey eru farin ígjøgnum, men tey eru ikki uppgivin. “Tey eru har fyri at geva vitnisburðin: “Tað er ikki so lætt at týna okkum” – tá tú hevur mist alt, er trúgvin eftir”.

“.. trongdir sum vit eru í øllum førum, men tó ikki innibyrgdir; ivafullir, men tó ikki ráðleysir; atsøktir, men tó ikki uppgivnir; feldir, men tó ikki týndir; altíð berandi deyðing Jesu við okkum í likaminum, fyri at Jesu lív má verða opinberað í likami okkara” (2 Kor 4,8-10).

Ígjøgnum barnaarbeiðið Simba eru vit nógv, børn og vaksin, sum kennast við býin Qaraqosh frá filmunum og søguni um Myriam. Myriam var millum flóttafólkini, men er nú vorðin ein ung glað genta og er eisini flutt heimaftur til sítt kæra heimland og -bý Qaraqosh. Eisini henni fylgja vit í nýggja dokumentarinum.

LES EISINI  Tá einglarnir syngja

 

Kelda: Sat-7

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina